Hygg mítt klædnaskáp!

Vit hava hugt í klædnaskápið hjá Jógvan Páll Lassen

Jógvan Páll Lassen er sakførari. Umframt er hann eisini pápi, og tað er ikki einum og hvørjum hann er pápi hjá. Teitur Lassen er nevniliga sonur Jógvan Páll, sum vit her hava sett stevnu. Hann hevur latið skápshurðarnar upp á víðan vegg, og víst okkum eitt sindur av tí, hann hevur at velja ímillum um morgnarnar áðrenn hann fer til arbeiðis.
Í skápinum hanga mest klædningar. Í øllum møguligum litum. Svartir, gráir og fleirlittir klædningar eru at síggja, og eisini eru skjúrturnar nógvar í tali, og hongur alt pent og nýstrokið uppi.
? Tað eru mest klædningar og skjúrtur í skápinum hjá mær, tí tað er jú tað, sum eg brúki til dagligt í mínum arbeiði. Men so havi eg sjálvandi ymiskt annað til mína frítíð, sigur Jógvan Páll, meðan hann vísir okkum, hvat goymir seg handan hurðarnar á skápinum.
Ymiskt er, hvat fyri klædningur verður nýttur til hvørt høvið. Og tá Jógvan Páll veruliga skal vera fínur, so fer hann í tann svarta Versace klædningin, sum er goymdur í einum klædnaposa.
? Nakrir klædningar eru bara til slips, men aðrir eru soleiðis, at ein kann vera í eini lættari blusu innanfyri.
? Eg havi altíð keypt ordilig klæðir, sum góðska er í. Tey halda betri, og tey rukkast ikki so illa. Tú kanst lættliga fara í flúgvaran og sita har í tveir tímar, og fara beinleiðis til ein fund í Keypmannahavn tá tú kemur, greiðir Jógvan Páll frá.
Tá sakførarin fer sær ein túr, so er hann í gonguskóm og góðum Helly Hansen regnklæðum um veðrið ikki er til vildar. Og hann krógvar ikki, at hann er HB´ari, tí tá hann er úti og rennur, so er tað í HB drakt.
? Á floti eri eg í einum gomlum oljuklæðum, sum pápi átti. Tey eru eini 30 ára gomul, men tey halda væl, og haldi eg, at tað er ógvuliga stuttligt. Hansara navn stendur eisini enn í klæðunum.
Jógvan Páll dylir ikki fyri, at honum dámar væl at keypa ítróttarblusur. Í løtuni er tað ein blusa hjá italska landsliðnum, sum honum dámar ógvuliga væl, tí hon er so góð at skía í.
? Eg havi ein Kjus skíjakka, sum er ógvuliga góður, sigur Jógvan Páll, meðan hann vísir okkum jakkan, sum er reyður og svartur.
? Eg gangi ikki so øgiliga høgt uppí móta. Klæðini eg keypi eru klassisk og góðskugóð. Um tú fert væl við einum klædningi kann hann halda eini 10 ár.
Sakførarin sigur, at hann vil heldur gjalda eini tveir hundraðkrónuseðlar meira fyri góðsku enn at keypa okkurt bíligt, sum ikki er eins gott.
Beint áðrenn vit fara avstað vísir Jógvan Páll okkum ein hatt, sum hann hevur fingið frá soninum Teiti. Hetta er tó ikk ein hattur, sum hann fer út í.