Hydrografitúrarnir av í ár

Týsmorgunin í hesi vikuni kom Magnus Heinason aftur av fjórða og seinasta hydrografitúri í ár.

Týsmorgunin í hesi vikuni kom Magnus Heinason aftur av fjórða og seinasta hydrografitúri í ár. Á túrinum vórðu hita- og saltmátingar gjørdar eftir seks standardskurðum, og á serligum støðum vórðu prøvar tiknir til at kanna plantuæti, tøðevni og havsúrgan. Eisini varð ein streymmátari lagdur út í Bankarennuna – hesin varð upprunaliga lagdur út í juni, men flotnaði av sær sjálvum eftir einans 14 døgum.

 

Streymmátarin hevur satelittsendara á sær, og tí bar væl til hjá Magnusi Heinasyni at finna mátaran og taka hann upp. Og nú var so klárt at leggja hann útaftur. Eftir ætlan skulu allir streymmátararnir takast uppaftur í mai komandi ár, skrivar Havstovan millum annað á www.hav.fo .