Hydra hjá Ljósinum vann Easter Cup

Kvinnuliðið hjá Fimleikafelagnum Ljósinum gjørdist í dag nummar eitt í kappingini hjá kvinnum til altjóða kappingina Easter Cup í estetiskum fimleiki, ið var hildin í Greve í Danmark um vikuskiftið.

Kvinnuliðið hjá Fimleikafelagnum Ljósinum gjørdist í dag nummar eitt í kappingini hjá kvinnum til altjóða kappingina Easter Cup í estetiskum fimleiki, ið var hildin í Greve í Danmark um vikuskiftið.

 

Eftir innleiðandi kappingina leygardagin lá Hydra hjá Ljósinum rættiliga trygt á fyrstaplássinum við 15,87 stigum, meðan liðið á øðrum plássi hevði 15,16 stig. So var greitt, at málið mátti vera at røkka 16 stigum í dag, og eftir eina sera góða framførslu fingu kvinnurnar á Hydra 16,1 stig, og vunnu tí bæði gull, umframt at tær rukku dagsins málsetningi.

 

Næsta kapping hjá Hydra er ein world cup kapping, ið verður hildin í Eysturríki um tvær vikur, áðrenn FM í mai og ætlandi eisini HM í juni.

 

Eisini gentuliðið Lyra hjá Ljósinum hevði orsøk til at frøast, tí at í gentubólkinum gjørdust tær nummar 4 av 18 liðum, samstundis sum tær gjørdust bestar í kongaríkinum, tá bert finsk lið endaðu framman fyri tær. Tá av tornaði gjørdust tær júst ov stuttar til heiðursmerki, tí 0,06 stig vantaðu í.