Eru vit meira harðbalin enn havnarborgarar?
Ferð eftir ferð verður rópt varskó og neyðarróp í kringvarpi og fjølmiðlum um, at vatnið er skitið í Tórshavn.
Vit eru nógv uttan fyri Tórshavn, ið hava óreinsað drekkivatn og hava havt tað í øldir, men tað hoyrir tú hvørki orð ella eið um frá miðlinum.Hví?
Er orsøkin, at nærum øll fjølmiðlafólk búgva ella arbeiða í Tórshavn og harvið fáa ilt í búkin?
Ella eru vit minni verd í fjølmiðlaverðini enn havnarborgarar?
Livst so spyrst.








