Hvussu virkar Tryggingarfelag Føroyar?

Jonhard Eliasen
-----

FINN 5 ANDSØGNIR ella fleiri

Ger tína niðurstøðu út frá fylgjandi:
1. TF-samtakið er ogn hjá kund­anum.
2. Tað er kundin í FØR­OY­UM, sum hevur týdning fyri fe­lagið.
3. Visión, missión hjá fe­lag­num er í stuttum: TRYGD og VØKSTUR í Føroyum.
4. Roknskapir fyri TF-hold­ing vísa, at eginognin seinastu 10 árini er økt við umleið 1.000 mió kr.
5. Kundin eigur at fegnast um hesa stóru øking í eginognini. Eginognin er nú umleið 2.300 mió kr.
6. Tú, sum eigur part av eginognini, kann selja tín ognarpart ella lata børnum tínum hann í arv.
7. Kundin skal upplýsa um sín TF-ognarpart í skattauppgerðini til TAKS.
8. Eginpeningurin øktist øll seinastu 10 árini, und­an­tikið í 2008, tá ið hann minkaði við 380 mió kr.
9. Tapini í 2008 stóðust m.a. av beinleiðis íløgum (corporate finance-virk­semi) uttanlands, eitt nú av íløguni í Grøn­landsbankanum.
10. Onnur munandi tap av corporate finance-virk­semi uttanlands hava eisini ávirkað egin­pen­ingin, m.a. íløga hand­an hav umvegis dul-nevndan føroyskan fyri­skipara.
11. TF royndi fyri fáum ár­um síðani - eins og EIK og BankNordik - at keypa útlendska fíggj­ar­fyritøku. Hetta hevði kundin bønað og biðið leiðsluna í TF um at fremja í verki, tí við hes­um kundi TF vísa kund­um sínum, hvussu nógv felagið gagnaði kundanum í føroyska samfelagnum.
12. TF fylgir altjóða 'good governance practices'. Tí eru í fleiri førum somu persónar settir í stjórn og nevnd hjá ymsum feløgum undir samtakinum, sum takast við banka-, tryggingar- og corporate finance-virk­semi. Hetta, tí at hesir persónar við nógvum kasjettum á knokkinum tryggja 'synergi' millum feløgini í samtakinum.
13. TF grundar sítt virksemi á 'COOP-' ella 'andeils-tankan'. Við hesum er TF ein ikki-profitt-søkjandi fyritøka. TF leggur seg tí eftir IKKI í tryggingar- og bankavirksemi sínum at fáa eykavinning burturúr duopol-líknandi støðu síni.
14. TF keypti fyri kortum 70% av EIK fyri hund­raðtals-milliónir krónur. Hetta hevði felagið ráð til, hóast tað ikki hevði mis­nýtt monopol-støðu sína á føroyska trygg­ing­­ar­marknaðinum í ára­­tíggju.