Hvussu við ÍSF

Hóast tað ikki hevur fyri nakran aðalfund enn, so er helst lítið at ivast í, at føroysku fótbóltsfeløgini velja at ganga undir FIFA-reglurnar, sum nú verða kravdar. Í øllum førum í longdini verður hetta treytin fyri at verða partur av altjóða fótbóltsfamiljuni, og tí hevur føroyskur fótbóltur neyvan nakað val í so máta.
Tað reisir tó samstundis spurningin, hvussu tað framyvir verður við leiklutinum hjá ÍSF mótvegis fótbóltinum.
Í øllum førum verður tað neyðugt, at fótbólturin fær sersømdir frá ÍSF, ella at reglurnar fyri ÍSF verða broyttar, um fótbólturin framhaldandi skal vera partur av hesum. Tað er nevnliga í lógunum hjá ÍSF álagt sersambondum at akta og lýða lógir ÍSF's. Sum heild man ikki vera nakar trupulleiki í hesum, men skal føroyskur fótbóltur ganga undir FIFA-krøvini, so verður tað altso í fyrsta lagi FIFA-lógir og í øðrum lagi ÍSF-lógir, sum føroyskur fótbóltur kemur at ganga undir. Og tað kann hugsast at geva nakrar áhugakonfliktir í framtíðini.
Tað kemur tó neyvan upp á tal, at FSF bara uttan víðari meldar seg úr føroyska ítróttarheiminum her og nú. Meira sannlíkt tykist tað vera, at nakrar dagføringar verða gjørdar í reglunum hjá ÍSF, soleiðis at hesi eisini loyva støðuni, sum FSF kemur í, um ella tá nýggju FIFA-krøvini verða eftirlíka.