Hvussu verja vit Føroya Banka, nú verjarnir svíkja?

Jenis av Rana, løgtingsmaður

Grundarlagið undir at geva burtur felags ogn føringa, Føroya Banka, varð lagt í einum døgurðatíma 2. mai 2006. Tá royndi Løgtingið at krógva avgerandi viðgerðina av at privatisera bankan (les: at geva ogn tína til nakrar fáar), við at hava triðju løgtingsviðgerð meðan flestu føringar lurtaðu eftir tíðindunum á døgurða. Eg metti hesa umvendu Robin Hood gerðina skeiva at vera, atkvøddi ímóti og kunnaði teg sum eigara um hetta í lesarabrævi í bløðunum.
Nú ressast nakrir av ja- sigara politikkarunum við, júst sum eg væntaði, valið nærkast jú. Teir látast sum fyritreytir eru broyttar - men so er ikki. Tí tað var júst tað, ið nú hendir, eg ávaraði ímóti og vegna tess atkvøddi eg nei til privatiseringina (gevanina av ogn allra til fáar at ríka seg av). Eg vísti á søguna, sum upp til fleiri ferðir váttar, at tá væl gongur, vilja privatir eiga fíggjarkervið, men tá táttar í, og útlit eru fyri tapi, tá má landskassin – t. v. s. tú og eg - taka um endan. Men so títt og knapt bankin gevur pening av sær aftur til tín, mín og landskassan, ja so er einki mark fyri argumentum at geva hann (ogn allra) til teir fáu at ríka seg av, men bert til næsta skrædlið kemur, tá mást tú aftur gjalda veitslu teirra fáu.
Og júst so er støðan í dag, tað eg ávaraði móti tykist henda. Nú bankin gevur av sær, bæði í skatti og vinningsbýti, til felags kassa okra, landskassan, tykist alt benda á, at ætlanir eru um at geva hann, tína og mína ogn, til útvaldar - fyri brotpart av tí, hann er verdur. Harafturat tykist eisini verða greitt, at fleiri hjálparar ganga klárir at skúma róman.
Umráðandi er at steðga hesum. Men hvussu?
Politikkarar tykast ikki sinnaðir at hjálpa - spurningurin er tí, um ikki eitt fólksligt mótmæli, t. d. sum undirskiftir, átti at farið í gongd fyri at steðga ábyrgdarloysinum? Er onkur, ið hevur hug at samskipa slíka verju av bankanum, ella hevur tú kanska aðra loysn?