Hvussu verður við Tavuni?

Nú Polarhav og Stjørnan longu eru seld til Klaksvíkar, og hugsandi er, at Vestmenningur, Fram og kanska Vesturbúgvin eru á veg - sama veg, er spurningurin, hvussu rávøruútlitini eru hjá gulllaksavirkinum Tavuni í Leirvík. Skipini, sum hava verið grundarlagið undir rávørutilgongdini hjá Tavuni í Leirvík, hava serliga verið Polarhav, Stjørnan og Eysturbúgvin, sum er heimahoyrandi í Sandoynni.

Polarhav og Stjørnan eru sum kunnugt longu seldar til Klaksvíkar, og tá Hanus Hansen, reiðari hjá JFK-Troli, hevur áhugamál í Faroe Pelagic í Kollafirði, sum keypti nógvan gulllaks í vertíðini í fjør, er kanska ikki so undarligt at seta sær spurningin, hvar Polarhav og Stjørnan fara at landa, tá tey eru á gulllaksaveiði.

Ein uggi hjá teimum, sum eiga Tavuna og starvast á hesum vælriknað virkið, er kanska, at saman við Polarhavi og Stjørnuni keypti Norðoya Íløgufelag eisini tey 25% av Tavuni, sum Osmund Justinussen átti.

Undarligt skuldi tað tí verið, um eigarin av hesum 25% ikki hevur stóran áhuga í, at Tavan heldur fram á eins tryggum grundarlagi og higartil.

Hinvegin er tað ein veruleiki, at reiðarin, Hanus Hansen og felagið hjá honum, er saman við hálendingum um leigu og rakstur av Faroe Pelagic í Kollafirði.

Vestmenningur og Fram mundu í seinastu gulllaksavertíð leggja flestu lastirnar upp í Kollafirði.

Portalurin hevur áður tosað við Tummas Christophersen um samstarvið millum skipini hjá honum og Faroe Pelagic, og her hevur reiðarin í Vestmanna latið sera væl at.

Eingin ivi er um, at tað er nógvur røringur í føroyskari fiskivinnu í løtuni.