Á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu - www.klaksvik.fo - liggur nú pdf-fílur, har borgarar í kommununi og almenningurin annars kann fylgja við, hvussu væl - ella minni væl - býráðslimir í kommununi hava møtt á fundi seinna hálvár 2011.
At hetta yvirlit nú liggur á netinum til almenna skoðan, er sambært eini býráðssamtykt í Klaksvíkar kommunu sum sigur, at uppmøting býráðspolitikaranna til nevndar-og býráðsfundir skal almannakunngerast á heimasíðu kommunurnar.
So, tey, ið hava hug at fylgja við, hvussu tey fólkavaldu í Klaksvíkar býráð møta á fundi, kunnu bara fara inn á heimasíðuna og kanna eftir, hvussu uppmøtingin hevur verið á nevndarfundum eins og á býráðsfundum í seinna hálvári 2011.