Hvussu ætlar løgmaður at manna almenn­ar nevndir og ráð?

Kajfinn Hammer
--------


So var hann aftur har. Hann sjálvur norðan úr myrkrinum. Trúarfelagin hjá Georg Brand­es, Hans Kirk, Høgna av Heiði & Co. Ein sannur ribbaldur. Eitt geni. Eitt av teimum fáu, sum hórað eru undan í hesum út av lagi irreligiøsa landi. Og nú hevur hann aftur sitið og skrivað av eftir øðrum bíbliufobistum, hvussu skammiliga langt av leið báðir skrønusigararnir Matteus og Lukas vóru. At hugsa sær til, at slíkir guds­menn skulu hava sitið og pentað saman skrønir fyri góðtrúnum hampafólki um t.d. Augustus keisara, sum er tað reina uppspinn. Hevur nakar hoyrt so galið? Og so var Lukas eins og Hans Andrias eisini granskari. Jamen, eru teir ikki til at líta á? Ein granskari og ann­ar - ella hvat? Takk fyri Hans Andrias. Nógv ímillum góðu tíðindi tíni norðan úr myrkr­inum nú til jóla, sum eru við til at skapa í menniskjum góðan tokka!
Í eini tíð har «syndens for­ladelse» er blivið til «syndens tilladelse» og «synderens ret­færdiggørelse» er blivið til «syndens retfærdiggørelse», sum ein hevur sagt, er ikki annað í væntu.
At Hans Andrias er ov sein­­ur á sjóvarfallinum, erv­ar hvørki hann ella nevnd­ina á forlagnum hjá Fróð­skaparsetrinum Fróð­skapur. Til tess situr skeggið alt ov nær høkuni! Bara heitið á bókini “Tey fyrstu jólini” vísur, hvussu langt út Hans Andrias er vassaður, søgureingjandi sæð. Jesus var jødi, føddur í Ísrael, og føðing Hansara hevur onki við norrønu jólini at gera yvirhøvur! Hetta er søgu­falsan av grovasta slag og lítið virðiligt fyri eitt for­lag, ið kallar seg Fróð­skap! Skalt tú finna tey fyrstu jól­ini, mást tú granska norrøna søgu - ikki frásagnir Matteus­ar og Lukasar! At katólska kirkjan legði Jesu føðing um somu tíð sum jól vórðu hildin, hevur onki við Augustus, Matteus, Lukas ella Jesu føð­ing at gera yvirhøvur. Tann kirkjan hevur megnað at leggja so mangt har tað ikki hoyrir heima, t.d. eisini jødisku páskirnar v.m.! Jú, søgureingjan hava vit nóg mikið av uttan hjálp frá Hans Andrias. Og at vísa bíbliu­fobistum til seriøsa søgu­frøði, sum tað finnist ein ørgrynna av hesum viðvíkjandi, er burturblakað tíð. Tað gevur onga meining, tí sum danir siga, “hvis det er fakta, så benægter jeg fakta”! Men hetta er neyvan seinastu ferð Hans Andrias dregur gamalt hoyggj, ið ikki kann brúkast til annað enn til at blaka fyri tey at eta, ið dáma at jótra slíkt!
HASa søguligu reiðilig­heit­ina hava vit sæð áð­ur, ikki bert tá HASin søgu­frøð­ing­urin, sum Hanus Kamban í Sos. 12.12.2008 kennir slíka trongd til at kalla “ein kristin søgu­frøðingur“ (sitat), gjørdi Kristus til analfabet, men eisini í ‘Orð um Guð’-takkarrøðu síni fyri heiðurin frá táverandi Føroya Banka og eini ávísari tjóð­veldis­kvinnu, tá sami søgu­frøð­ingur uttan at blúgvast stóð og leyg føroya fólki beint upp í eyguni og segði, at “sam­­feløg, sum hava flest mosk­ur og flest samkynd, hava størstu búskaparligu fram­gongdina.”! (sitat). Sí Sos. 10.03.2008. Hvat so tað nú hevði við heiðurin at gera?
USA og lond í ES eru tey londini, har samkynd florera og hava flest rættindi! Kortini líkna tey meir og meir Afrika hvat arbeiðsloysi viðvíkur og eru í síðstu løtu bjargað und­an húsagongd - sum fram­vegis spøkir!
Islamisku londini eru tey londini, ið hava flest mosk­ur. Tey eru um at drukna í mið­aldarismu, sharia, fathwa, jihad, fátæk­dómi, kvinn­u­­kúg­an, trúarfrælsis­kúgan, harð­­­skapi, sjálv­morðs­­bumbu­­­álopum, skeran á háls, handa­­­a­v­­høgg­ing, myrð­an av sam­kynd­um, bahai, kristnum o.ø., arbeiðs­loysi, fíggjarligum ruðuleika, jøda­hatri, vestur­heims­hatri, rasismu, terrorismu, pædofili og tað ið mangan verri er!
Guð forbarmi seg fyri eina reiðiliga søgufrøði, HASin maðurin mengar sær við!
Men hann er ikki einsa­mall­ur. Í Sosialinum 05.08.2011 roynir hugsjónarligi lags’bróð­ur’ hansara, Annita á Fríðriks­mørk, eisini at lúgva føroya fólki beint upp í eyguni við at siga, at tey londini, ið klára seg best, eru tey, ið hava tolsemi sum vørumerki! Tolsemi mót­vegis hvørjum? Hetta sigur hon, hóast hon væl veit, at londini, ið flagga mest við tí slagnum av ‘tolsemi’, hon hevur tikið til sín, t.d. USA og EU, eru um at drukna í skuld, arbeiðsloysi, antisemitismu, bíbliufobismu, kriminaliteti og fíggjarligum óføri! Í USA ganga 23 milliónir arbeiðsleys! Í ES ganga 18 milliónir ar­beiðsleys! Hetta er tað sama sum íbúgvaratalið í Portogal, Letlandi og Danmark til­sam­ans! Bert í Danmark, homo- og tolsemisháborgini miklu, verða uml. 800.000 fólk breyðfødd av tí almenna! Og hvat við Kina? Einki land í heiminum hevur havt størri vøkstur enn Kina, eitt harðræðisstýrt land, hvørs tolsemi vit síggja hvønn dag mótvegis samkyndum, krist­num o.ø., fyri als ikki at tala um niðurpínda fólkið í her­tikna og kúgaða Tibet o.s.fr.!
So hatta tolsemis-vøru­merkið hjá Annitu er ikki annað enn sama stóra bluffið, sum Hans Andrias eisini serverar. Men sum danir siga: Hvis det er fakta, så benægter jeg fakta! Fortel bara eina lygn nóg ofta, og fólk trúgva tí at enda, segði Hitler á sinni! Hann fekk eisini so gott sum alt fólkið við sær í deyðan!
Men Hans Andrias er nak­að serligt. Eitt geni. Hann dugir nevni­liga at lesa Bíbliu­na aftan­ífrá - eins og ein annar heilt ávísur harri! Og tað er ikki hvørjum manni beskorið! Tað, eingin sam­komu­leiðari ella evangelistur megnar nóg væl, tað megnar Hans Andrias til fulnar. Jú, meira hann og hansara trúar­felagar royna at gera til einkis Orð Guðs, jú, fleiri gjøgnumskoða fintir hansara og fara at lesa Orð Guðs og koma til sannkenning og frels­andi trúgv á Harran Jesus Kristus!
So, góði Hans Andrias, halt endiliga á! Stóra, stóra takk fyri.
Nú bíða vit spent eftir nær ein líknandi avdúkan av Mohammed og Koranini fara at koma frá Hans Andriasar’s hond! Vónandi fer søguliga reiðiligheitin og mótið ikki at svíkja - tí hví skuldi tað nú tað?
So fáa vit at síggja, um tað er søgulig reiðiligheit ella snævurskygd bíbliufobisma, ið drívur verkið!
Ein túrur til Mekka, mosk­unnar háborg, hevði ivaleyst víðkað søguliga sjónarringin, fyri ikki at siga hjálpt uppá ein hart tiltrongdan rennitúr sjey ferður runt svørtu Ka’abah móti sólini, fyri síðan at givið svarta steininum har ein ávísan koss, so vit onnur fingu greiðu á um Koranin er Orð Allahs ella Orð um Allah!
Síggj, tað kundi verið áhugavert at fingið Hans Andrias at sagt okkum, held­ur enn at hann sum nú er skal standa og draga gamalt hoyggj restina av lívinum!