- Vit kappast alla tíðina við sniglar, ormverur og aðrar elskuligar verur um, hvør skal eta grønmetið - vit ella tey.
Tað siga tey, sum standa aftan fyri Veltuna í Sandoynni, og hesi fara nú at skipa fyri seminari um verju av grøði, hættir at beina burtur skaðadjór og um vistfrøði.
- Hvussu verja vit planturnar móti skaðadjórum so umhvørvis-og heilsuvinarligt sum gjørligt? Vit vilja so fegin sleppa undan at brúka eitur, men vit vilja eisini hava grøði, sum ikki er hálvetin av flugu, sniglum og ormverum.
Tey, sum standa aftan fyri veltuna, hava sett sær fyri at finna út av, hvørji ráð eru í at velja?
- At hjálpa okkum at velja strategi móti átarum, hava vit fingið danska ráðgevan, Dan Haunstrup Christensen, at koma higar. Hann arbeiðir fyri Gartnerirådgivningen í Danmark og hevur 20 ára royndir við grønmeti og berum.
Seminar verður um hesi viðurskifti í hølunum hjá Veltuni á Mørkini Miklu á Sandi um hetta evnið hóskvøldið 12. juli klokkan 18.30 og fólk, sum hava hug at verða við, kunnu skriva til katrin@veltan.fo









