Hvussu skulu leysu atkvøðurnar vinnast?

So er endaspurturin av fólkatingsvalstríðnum farin í gongd. Valstríðið snýr seg í stóran mun um at vinna tey, sum ivast. Men hvat kann flyta atkvøður hesar seinastu dagarnar? Her eru nøkur dømi.

Kanningar vísa, at millum 80 og 90 % av veljarunum altíð velja sama flokk. Flestu atkvøðurnar eru sotatt bundnar. Fleiri av atkvøðunum eru tó ikki bert floksbundnar, men eisini persónsbundnar. Tað merkir, at fólk treytaleyst velja sama valevni aftur og aftur. Tey hava longu tikið avgerð um, hvar krossurin skal setast, langt áðrenn valið er útskrivað.


Valstríðið snýr seg tí í grundini bert um at vinna tey 10-20 prosentini av leysum atkvøðum, sum eru eftir. Tað eru hesar seinastu atkvøðurnar, sum kunnu gerast tungan á vágskálini, og sum kunnu broyta alt.


Tann, sum vil vinna leysu atkvøðurnar, má duga at sannføra ivandi veljaran. Men hvussu væl duga flokkarnir at selja sín politikk til nýggjar keyparar? Og hvussu kunnu teir gera tað betri? Her eru nøkur dømi frá valstríðnum higartil.


Slagorð uttan slagkraft

Í stóran mun haldi eg, at føroysku flokkarnir tosa mest við teir veljararnar, sum longu eru tryggir og sum eru samdir við flokkin í flest øllum málum. Slagorðini og argumentini ljóða nærum heilt eins fjórða hvørt ár, og tað hevur við sær, at tey, ið longu eru sannførd, so at siga styrkjast í trúnni, meðan tey, ið ivast, ikki verða sannførd. Heilt frá fyrstu formansrunduni hava vit hoyrt, at flestu flokkarnir koyra í sama sporið, nýta somu slagorð og hava somu argument, sum teir høvdu fyri fýra árum síðani. Men gomlu og tanlaðu slagorðini flyta ongar atkvøður. Skulu tey ivandi vinnast, mugu onnur ting á borðið.

Dømi:

* »Vit skulu hava eina frælsa rødd á fólkating« (Tjóðveldi). Tey, ið ikki eru sannførd av tjóðveldishugsjónini um frælsi, fara neyvan at gerast sannførd av hesum slagorðinum heldur. Her verður tosað við føstu veljararnar, ikki teir ivandi.

* »Vit skulu styrkja og menna ríkiselagsskapin« (Sambandsflokkurin). Tey, ið nikka til hetta, eru helst tey, ið longu halda tað frammanundan. Eingin verður fluttur.

* »Í Føroyum skulu føroyingar ráða, í Danmark skulu danir ráða« (Fólkaflokkurin) - helst tann mest útvatnaði setningurin í føroyskum fólktingsvalstríði, sum avgjørt ikki flytir nakra atkvøðu.

Loysn: Skulu leysu atkvøðurnar vinnast, nyttar einki at koma við slíkum útsagnum, sum antin bara savna tey, ið longu eru sannførd - ella eru púra einkisigandi. Tey ivandi skulu hava eina orsøk at seta krossin. Tey skulu sannførast, og besti hátturin at vinna teirra áhuga er at koma við einum fangandi slagorði, sum gevur ábenginar um, júst hvat tað er, sum tit ætla at gera. Einki verður vunnið við at gera slagorð til teirra, ið longu eru samd!


------


At niðurgera aðrar flokkar

Tað hoyrir einum valstríði til at finnast at hinum flokkunum, og tað skapar gott kjak, tá politikarar seta spurnaðartekin við hvønn annan. Men valevnini eiga at vera varin, tá tey niðurgera aðrar flokkar, tí tað er als ikki vist, at tað gevur poeng hjá teimum, sum ivast. Atfinningarnar eiga altíð at hava eitt politiskt útgangsstøði, tí hóast tað er lætt at gerast persónligur og bondskur í einum heitum kjaki, so vinnur tað sjáldan nakra atkvøðu - tvørturímóti. Tey, ið longu eru sannførd nikka íðin, tá teirra politikari slær niður á hini. Men tey, ið ivast, kunnu lættliga fata tað sum lítið visjonert grenj og banala smáligheit. Vit tíma ikki at velja tann, sum dugir best at siga, hvat hini gera skeivt. Vit velja tann, sum dugir best at siga, hvat viðkomandi sjálvur ætlar at gera rætt. Tí skal vektin leggjast á tað konstruktiva heldur enn tað destruktiva. Og tí er eisini altavgerandi at hava eina greiða ætlan um politikkin, sum skal fremjast. Tá tú finnist at, mást tú koma við eini ítøkiligari ætlan, sum er betri.

Dømi:

* »Undrist enn sum áður á, at tað ber til hjá einum politiskum flokki at bjóða seg fram og siga: Atkvøð fyri okkum. Vit hava ongan politikk og ongar loysnir fyri framtíðina, og vit trúgva ikki uppá, at vit megna at taka ábyrgd sjálv - men vit kenna onkran, sum fer at taka avgerðir fyri okkum og fer at geva okkum pengar afturfyri.« (Tjóðveldi)

* »Áhugavert at síggja, hvussu berar kenslur fara avstað við fullveldisfólkum, tá tey skifta orð um Ríkisveitingina« (Sambandsflokkurin)

Hetta eru skúladømi um at prædika fyri teimum, sum longu eru frelst. Hetta flytir ongan, sum ivast, tí hetta er skrivað fyri at gera gjøldur. Harafturat fer ein, sum ivast í at velja sambandsflokkin, neyvan nakrantíð at skifta heilt yvir til tjóðveldi - og øvugt. Tí ber tað heilt einfalt ikki til at vinna ivandi atkvøður á hendan hátt. Hetta elvir einans til herðaklapp frá longu tryggu atkvøðunum.

Loysn: Vilt tú vinna fólk, sum ivast, so nyttar tað einki at kritisera so breitt og so ósakligt. Tí tað er sjálvandi ikki rætt, at sambandið als ongan politikk og loysnir hevur, og tað er heldur ikki rætt, at tað bara eru kenslur uppá spæl, tá fullveldisfólk tosa um ríkisveitingina. Skalt tú finnast at, skal tað vera meiri ítøkiligt, og ein ætlan um, hvussu tingini kunnu gerast betri, má fylgja við.


-----


At stjala talutíð uttan at siga nakað

Tað er ofta sagt, at øll umtala er góð reklama. At tað tí ræður um hjá valevnunum at síggjast og hoyrast so nógv sum gjørligt. Tað er partvís rætt. Men um talutíðin ikki verður nýtt til ein greiðan boðskap, so kann hon gera størri skaða enn gagn. Tryggu veljararnir klappa og frøðast, tá teirra valevni stjelur mikrofonina og ikki vil sleppa henni aftur á valfundum, men um tíðin bert verður nýtt til flosklar og tóm orð, so er skjótt, at leysu veljararnir missa virðingina. Tey ivandi vilja hava møguleika at hoyra allar politikararnar til eitt kjak, og ein, sum roynir at stjala sær eyka talutíð, kann skjótt irritera ivandi veljaran. Harvið er lítið vunnið. Ein stuttur, greiður og ítøkiligur boðskapur, sum veruliga brennir ígjøgnum, er tí ofta betri reklama enn langdrigið ella órelevant orðaskvaldur.

Somuleiðis verða tey valevni, sum ikki svara spurningum ella sum svara uttanum, oftast revsað hart av leysu veljarnunum. Tað snýr seg nevniliga ikki bara um at verða hoyrdur - tú skalt eisini hava nakað at siga!

Dømi:

*»Fólkatingsesseurin gevur møguleika at vera har og ávirka lógarsmíðið, at umboða Føroyar og vera við í kjakinum«. (Miðflokkurin). Hetta veit veljarin longu, tí tað er ein sjálvfylgja. So hetta er orðaskvaldur, sum ikki eggjar til at velja flokkin.

* »Tað er soleiðis, at Føroyar eru í einum ríkisfelagsskapi. Har eru tað nøkur øki, har føroyingar hava lóggevandi valdið, og tað eru nøkur øki, har danir hava lóggevandi valdið. Tí kann sessurin nýtast á nógvar ymsar hættir.« (Javnaðarflokkurin). Hetta vita allir føroyingar eisini.

* »Vit vilja hava ávirkan, Føroya fólki at frama« (Sambandsflokkurin). Hvør flokkur vil ikki tað? Tann ivandi fær her onga grundgeving fyri at velja ein flokk, heldur enn ein annan.

* »Føroysk áhugamál á fólkating« (Sjálvstýrisflokkurin). Hvør flokkur gongur ikki inn fyri hesum?

Loysn: Klisjéir og einkisigandi setningar hoyra ofta valinum til. Men kemur tú við onkrum óvæntaðum, onkrum, sum veljarin ikki visti frammanundan ella greiðum, ítøkiligum og vælumhugsaðum ætlanum, hevur tú betri møguleika fyri undirtøku frá teimum, sum ivast. Veljarin vil eisini heldur hava ópopuler, men beinleiðis svar, heldur enn uttanumtos, tá spurningar verða settir.



------


At vísa stórlyndi

Tað er sera sjáldan, at vit síggja tað í føroyskum valstríðið, men um valevni hava mót til at geva øðrum flokkum og øðrum valevnum rætt av og á, hækkar tað munandi um teirra trúðvirðið. Tað er jú ósannlíkt at ALT, sum allir hinir flokkarnir siga og gera, er blóðskeivt. At kreditera aðrar flokkar og síðani útbyggja teirra góðu hugskot við egnum visjónum, gevur ofta nógv poeng hjá ivandi veljaranum, tí tað vísir yvirskot, virðing fyri hinum og at valevnið hugsar konstruktivt og vil finna loysnir. Tað sama er galdandi, tá onnur leypa á. Halt ein góðan tóna og svara hampuliga uppá tvitin álop. Kegl millum valevni endar ofta við, at ivandi veljarin vrakar bæði klændursvættini, uttan mun til hvør hevur rætt. Vís stórlyndi, tosa um politikkin, og lat tað persónliga liggja. Svara, men ger tað virðiliga.

Dømi: Einki dømi varð funnið um júst hetta í verandi valstríði!

Loysn: Verið ikki bangin fyri at rósa øðrum av og á, tá tað er uppá sítt pláss. Tað setir sjálvandi kappingarneytarnar í gott ljós at verða róstir, men tað lýsir sanniliga eisini avsendaran sum reellan, samstarvshugaðan og rúmligan, heldur enn smáligan. Í føroyska valstríðnum, sum í stóran mun snýr seg um at niðurgera hini, hevði eitt valevni, sum tordi at geva øðrum viðurkenning, skilt seg burturúr mongdini. Veljarin í iva heldur ikki, at politikkur er svart/hvítur. Og veruleikin er, at einki valevni hevur skeivt í øllum, eins og einki valevni hevur rætt í øllum. Tann, sum torir at viðganga tað, kann tí vinna ivandi veljaran.