Eftir aðalfundin hjá FSF leygardagin gjørdist greitt, at nú verður styttri vegur til leikbann hjá leikarum í fremstu deildunum. Framyvir skulu einans fýra gul til fyri at fáa leikbann í Effodeildini og í næstbestu deildini.
Broytingin er longu nógv umtalað, kanska serliga á facebook, har eitt nú venjarin hjá FC Suðuroy síðstu tvey árini, Jón Pauli Olsen, setir spurnartekin við, um broytingin ikki ger tað enn verri fyri útjaðaran.
Jón Pauli peikar á, at tey fremstu fáa fleiri heimadystir enn hini, at tey fremstu fáa allar pengarnar og at tey nú eisini fáa fyrimunin av at leikbann verður givið fyri fýra gul kort, tí at hesi liðini hava størri hóp og fleiri pengar.
- Hvussu skal útjaðarin vera við, ella er tað kanska ikki meiningin hjá FSF, at útjaðarin skal vera við, spyr Jón Pauli Olsen.











