Hvussu skal eg baka við mínum barni, góði Aksel, og hví?

» - Foreldrini mugu hava ábyrgdina av at baka saman við barninum. Tað kann landskassin ikki at rinda fyri!«
Nakað soleiðis segði landstýrismaðurin við heilsumálum í Eygsjón fríggjadagin. Slíkar útsagnir benda á, at landstýrismaðurin als ikki veit, hvønn tørv hesi børnini hava, ella hvat ergoterapi er.

Lætt, tá man veit, hvat man skal
Til dømis eri eg vís í, at ein ergoterapeutur, sum bakar við einum barni, ikki bara ger tað fyri at fáa eina køku. Tað liggur nógv servitan aftanfyri, um hvørjir vøddar verða nýttir á hvønn hátt, og hvønn týdning tað hevur fyri menningina. Hvussu eltir barnið deiggið, hvussu heldur tað í pískaranum, hvussu skulu heilahálvurnar samarbeiða, tá barnið skal bróta eitt egg, ella hvussu venist fínmotorikkurin av at koyra deiggið í formar?
Fyri tey við vanligum førleikum er hetta eingin trupulleiki, og tað er tí lætt at kalla tað fyri bæði tíðar- og pengaspillu. Men fyri hesi børnini er tað eitt tógvið stríð at fáa røttu vøddarnar at gera, sum høvdið vil. Og tað fellur nógv lættari, um tey sleppa at gera okkurt, sum gevur meining ella sum er stuttligt. 
At siga, at foreldrini saktans kunnu baka við barninum, er sum at siga, at troyggjurnar hjá Guðrun&Guðrun eru so einfaldar, at øll saktans kundu havt funnið uppá tær. Tað er lætt og tykist banalt, men ikki fyrr enn eftir at tær hava víst vegin, funnið uppá og sniðgivið.
Tá man hevur sæð, hvat man skal, er tað lætt. Men vit foreldur hava brúk fyri servitanini um, júst hvussu vit skulu baka við barninum. Onkur má vísa okkum, hvat vit skulu og greiða okkum frá endamálinum. Tí endamálið er ikki at fáa eina køku.
 
Hvat er nyttugt og hvat er stuttligt?
Tá vit vóru á altjóða viðurkenda venjingarstaðnum, Craighalbert Centre í Skotlandi við soninum, Benjamin, fekk hann ein dagin ein tallerk av kókaðum spagetti og ketsjuppi. So skuldi hann svansa. Talan var ikki um dovnar terapeutar, sum bara vildu stinga eina slangu í pengapungin uttan at geva Benjamin nakra venjing, nei, svansið var venjing. Hann var fyndarglaður, dálkaði seg fyri fyrstu ferð í lívinum og brúkti bæði hendur og armar.
Tað var ein sera einføld viðgerð, og sjálvandi kundi eg havt kókað honum pasta at svansað við. Men eg hevði aldrin sjálv hugsað um hetta sum venjing og menning. Ikki fyrr enn eg sá, hvørja ávirkan tað hevði á hann, og fekk at vita júst hvussu tað menti hann, varð tað greitt fyri mær. Benjamin fekk tá bara sondumat og kom tí aldrin sjálvur í samband við vanligan mat, og hendurnar vóru altíð kreptar av spastisiteti.
Eg hevði onga vitan um, hvussu tallerkurin av spagetti fekk hann at stríðast fyri at brúka hendurnar. Tað setti bæði heila, nervaboð, rørslur, vilja, sansirnar og kordinatiónina í gongd. Men tað var »bara« svans.
Ergoterapiin hevur verið ein stórur partur av hansara menning, og eg havi støðugt havt tørv á hjálp og vitan um, hvussu eg skal hjálpa honum víðari sum best. Tað er sera ørkymlandi, at hendan hjálpin nú er burtur.
Endamálið við ergoterapi er at geva barninum førleikar, sum tað fær gagn av í gerandisdegnum ella sum eru náttúrligir til aldurin. Tí er eisini týdningarmikið, at børnini fáa venjingina uttan at vita, at tað er venjing. At tey verða hjálpt til at gera okkurt, sum hóskar til aldurin, og at tey fáa avbjóðingar, sum tey halda vera stuttligar ella nyttugar. 
So gevist at brúka tað sum eitt negativt argument, at ergoterapeuturin »bara« bakaði við einum barni. Tey, sum siga »bara« í hesum føri, hava týðiliga onga hóming av, hvat tað merkir at hava skerdar førleikar. 
Tí tá er einki »bara«. Hvørki at baka - ella at svansa!