Mikudagin hin 19. desember klokkan 13 hevur tú møguleika at síggja, hvussu ein gerandisdagur sær út í Tórshavnar kommunu.
Hetta er títt høvi at vitja eina ávísa deild og hitta starvsfólkini handan kommununa. Tí, hetta er dagurin, har okkara starvsfólk hava sett eina løtu av til at vísa og fortelja vitjandi um tær mongu uppgávur og verkætlanir, ið tey hava um hendi.
Kundi tú hugsa tær at komið í starv hjá Tórshavnar kommunu - ella ert tú bara forvitin eftir at vita, hvussu vit húsast og arbeiða, er hetta ein gyltur møguleiki at leggja leiðina framvið okkara arbeiðsplássi.
- Vit leggja út við eini hugnaløtu í Reínsarínum, har Annika Olsen, borgarstjóri, bjóðar vælkomin. Evnaríki tónleikarin og útisetin, Ragnar Finsson, kemur at spæla nøkur løg, og síðan verður farið á vitjan á deildunum.
Eftir vitjanina bjóðar Hugskotið gløgg og holukøkur, og høvi verður at síggja íverksetaraumhvørvið í Tórshavn, har umleið 35 fyritøkur húsast. Hetta er eitt upplagt høvi at sparra og práta við íverksetarar og starvsfólk í Hugskotinum umframt Vinnuframa og Framtak, sum eisini húsast í Sjóvinnuhúsinum.
- So, tak tín vin undir armin, og so síggjast vit í Reinsarínum mikudagin klokkan 13, sigur Alexandra á Dul, sum fyriskipar tiltakið fyri Tórshavnar kommunu.










