Hevði maðurin í miðjuni, dómarin Dennis Antamo úr Finnlandi, tora at dømt líka fyri báðar partar, so stóð Týsklandi eftir við ongum.
Dysturin endaði við 3-2 sigri til Týskland, eftir at Føroyar vóru á odda 1-0 og 2-1. Eitt er, at bólturin fer í hondina á týska liðskiparanum í samband við 1-1 málið. Tað var ilt at síggja í sjónvarpinum og spælararnir tóktist iki varnast tað heldur.
Men verri er, tá Dennis Antamo ikki hevur dirvið til bríkslað, tá Gunnar Zachariasen verður hálaður niður av sama liðskipara, tá hann er púra leysur móti málinum. Tað var so heilt ótrúliga klárt fyri øll at síggja. Tað vóru bara tveir persónar í øllum heiminum, sum ikki sóu hatta sum neyðbremsu og reytt kort. Tað var hesin vælsignaði Dennis Antamo og danski frásøgumaðurin á Eurosport. Til lukku tit báðir!
At Bárður Hansen so verður trýstur umkoll í 2-2 málinum, ger heldur ikki støðuna betri. Hetta ber ikki til og vit kunnu ikki bara lata standa til. Eg meini so við, hava tit sæð brotssparkið, sum Kasakstan fekk í Astana? Verri døming havi eg næstan ikki sæð!
Hvat skal gerast?
Tað loysir ongar trupulleikar at verða ódiplomatiskur við UEFA. So einki ljótt bræv frá hjartanum, men tað er eftir hondini átaluvert, at Føroyar eru fyri skerdan lut, tá tað kemur til døming í altjóða dystunum.
Eitt annar máti kundi verið, at spælararnir læra at vísa meiri ónøgd á vøllinum, men uttan at tað kostar gul og reyð kort.
Í staðin fyri at einkultir spælarar vísa sína ónøgd, sum dómarin so lættliga kann pilka burturúr og geva kort, so mugu vit í felag gera vart við alvarsligu skeivleikarnar í dømingini, sum vit hava verið fyri í seinastuni.
Tá hugsi eg um spælarar, miðlar og ikki minst FSF. Eg veit satt at siga ikki hvat FSF kann gera, men onkursvegna má trýst leggjast á fyri at fáa rætta skeivleikarnar.
At leggja eftir dómarunum er ein bíligt undarførsla og heldur ikki ein siðilig loysn, men aftaná Zlatan Ibrahimovic, Johnny Casanova og nú Dennis Antamo, so er also tíð upp á, at vit standa saman vía at vit ikki lata okkum blíva snýttar hvørja ferð ein óroyndur ella bangin dómarin kemur hendan vegin!