Hvussu nógvar vikur eru í einum ári?

Um árið tykist heldur langt, so er kanska hetta orsøkin til tess. Í morgun sett hol á viku 53. 

 

Tað hendir ikki ofta, men av og á hava vit altso 53 vikur í einum árið. Seinast var í 2009, næstu ferð verður í 2020.

 

Orsøkin er, at teir 365 dagarnir jú tilsamans eru meiri enn 52 vikur á 7 dagar (sum gevur 364 dagar). Fyri at rætta hetta ósamsvar, verða teir dagarnar, sum loypa av, spardir saman og at enda er so ein vika til yvirs. Altjóða vegleiðingar áseta, at tá árið endar á einum hósdegi, ella eitt skotár byrjar ein mikudag, so skal árið hava 53 vikur.

 

Tað er kanska ein uggi, at árið kortini einans hevur 365 dagar. Komandi ár er tó skotár.