Hvussu stórur partur av teimum lesandi føroyingunum uttanlands koma heimaftur eftir lokna útbúgving?
Hesin spurningurin hevur verið nógv umrøddur seinastu árini. Mikumorgunin verður úrslitið av stórari spurnarkanning, ið Stuðulsstovnurin hevur latið gjørt, kunngjørdur. Í framløguni verða m.a. tøl løgd fram, sum vísa, hvussu stórur partur av teimum lesandi flyta heimaftur til Føroya eftir lokna útbúgving.
Annaðhvørt ár hava lestrarstuðulsstovnarnir í Norðurlondum ráðstevnu. Í ár er tað SU í Danmark, ið er fyriskipari av ráðstevnuni, og hava tey valt at leggja hana í Føroyum í døgunum 10.-12. juni. Á ráðstevnuni, ið verður hildin á Hafnia, luttaka umleið 50 fólk úr øllum Norðurlondum.
Tvey høvuðsevni verða á ráðstevnuni. Annað er framløga av norðurlendskari granskingarætlan um gagnvirði av hægri lesnaði, og hitt er um talgilding.
Viðvíkjandi norðurlendsku granskingarætlanini er tað soleiðis, at sama kanning er gjørd í Noregi, Finnlandi, Íslandi og Føroyum. Sama 12 síðis spurnarblað við umleið 90 spurningum varð sent lesandi úr hesum londum. Londini hava staðið fyri síni egnu kanning, og eru tað úrslitini hjá teimum einstøku londunum, ið verða framløgd á ráðstevuni. Danmark leggur eisini úrslit fram við støði í egnum skrásetingarupplýsingum. Ætlanin er at gera sammanberingar millum londini í eini felags frágreiðing í vetur.
Í føroysku kanningini hava allir lesandi føroyingar á hægri útbúgvingum her heima og uttanlands, og sum vóru lidnir við útbúgvingina í 2004, 2005 og 2006, fingið spurnarblaðið á vári 2007 sendandi. Yvir 60% av teimum svaraðu spurnarblaðnum. Tað er við støði í hesum svarum, at føroyska kanningin er gjørd.
Høvuðsspurningarnir, ið verða svaraðir í framløgunum á ráðstevnuni, eru:
Í hvønn mun koma tey, ið hava lisið uttanlands, aftur til heimlandið?
Hvat gagn ella hvørjar fyrimunir hava tey, ið hava lisið uttanlands, á heimliga arbeiðsmarknaðinum?
Hvat eyðkennir tey, ið velja at útbúgva seg uttanlands?
Hví velja lesandi at útbúgva seg uttanlands?
Hvussu fíggja lesandi lesturin uttanlands?
Føroysku kanningina hevur Jacob Mouritz Olsen, lesandi við Ålborg Universitet, gjørt fyri Stuðulsstovnin, og tað er eisini hann, sum leggur føroysku úrslitini fram á ráðstevnuni. Kanningin er fíggjað av StatoilHydro í Føroyum.
Ráðstevnan er ikki almenn, men eru føroysku fjølmiðlarnir vælkomnir at luttaka til føroysku framløguni kl.9.00 mikumorgunin 11. juni á Hotel Hafnia.










