Eyðun Mohr Viderø
-----
Síggi á portalinum hjá Sosialinum, at blaðmaður nevndur Rógvi Nybo hevur uppgerð yvir, hvussu nógv tað kostaði løgmanni at gera ein "fínan" galladøgurða fyri kongshjúnunum, ið vitja Føroyar í hesum døgum.
Eru hatta spennandi tíðindi? Sjálvsagt kostar ein betri máltíð rættuliga nógv til so framstandandi fólk, men eiga vit alment at seta roknskapin á prent.
Vit kenna til í privata gerandisdegnum, at viðhvørt vilja vit gera nógv burturúr og bjóða ávísum vinum og kenningum inn á gólvið til eina betri máltíð við øllum tilhoyri.
At hugsa sær, um vit dagin eftir fóru út alment um, hvussu nógv »veitslan« kostaði?
Tað ger man ikki!
Tað ger man heldur ikki, tá vit hava vitjan av kongshjúnunum!
So kannst tú vera royalistur ella ikki!