Hvussu nógv gera landsstýrisfólkini?

Raðfesting av rørslu og sunnum kosti er misjøvn millum landsstýrisfólkini, vit hava sett spurningar um rørslu

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í uttanríkismálum:

- Vit eta sunnan mat her í uttanríkisráðnum, og so eru starvsfólkini farin undir at nýta tveir døgurðatímar um vikuna til rógving. Tey rógva á vágni. Sjálvur eri eg ongantíð sloppin upp í part enn. Rógvingin er fingin í lag av egnum vilja, og uttan diktat frá mínari síðu.


Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum:

- Her verður ikki gjørt nakað serligt. Frukt stendur á borðinum, um mann kann kalla tað sunnan mat. Men mann burdi helst tikið tað upp, tí hetta er eitt fínt initiativ. Eg havi kortini ongan hug at broyta mína egnu lívsførslu. Eg íðki ikki so nógva ítrótt, men eg syrgi fyri at ganga av og til.


Kaj Leo Johannesen, løgmaður:

- Eg fari at royna at ganga so nógv sum gjørligt í aðru viku, tá útivikan er, og tað fara starvsfólkini í Tinganesi eisini. Sum er, flyti eg meg nógv, men eg haldi hetta vera eitt gott tiltak at seta fokus á rørslu, og tað er gott fyri vælferðina, sum kann spara pengar í heilsuverkinum. Nógva fokusið á rørslu ger at fleiri fólk eru at síggja úti í náttúruni. Rørsla skapar styrki, sum skapar vælveru.


Johan Dahl, landsstýrismaður í fiskivinnu- og tilfeingismálum:

- Landsstýrismaðurin ger nógv fyri at halda seg í form. Hann bæði rennur, súkklar og roynir at renna eitt sindur. Sjálvsagt royni eg at eggja mínum starvsfólkum til tað sama. Um tú hyggur eftir ráðnum, sært vit ganga nógv á okkara arbeiðsplássi. Og tað fara vit eisini at gera á útivikuni.