Upp í hetta tal er roknað øll søla - bæði tann, sum kemur undir avgjaldslógina og tann, sum er avgjaldsfrí. Tað vil siga, at tá tað, sum fer umborð á skip og flogfør er roknað upp í talið, verður drukkin ein litur meira í 2005 enn drukkið var í 1993.
Men Rúsdrekkasøla Landsins ger ikki hagtølini upp á hendan hátt. Har verður bara roknað tann sølan, sum er undir avgjaldslógini og ikki tollfrí søla til skip og flogfør. Tá vexur sølan til hvørt fólkið eldri enn 14 ár úr 6,3 litrum í 1993 upp í 6,6 litrar í 2005. Altso 0,3 litrar meira og ikki ein heilan litur.
Soleiðis gera hini norðurlondini eisini hagtølini um alkoholsøluna, og tí var samanburðurin hjá okkum við hini norðurlondini ikki beinur. Tølini fyri hini norðurlondini vóru gjørd upp uttan tollfríu søluna - tað vil siga uttan tað, sum ferðafólk hava við sær, tað sum keypt verður handan landamark ella tað, sum bryggjað verður - heimabryggj. Er tað nakað, sum hevur týdning, tá samanberst skal um landamørk, so er tað at uppgerðarhátturin er eins.
Skal samanberast við hini norðurlondini, so skal bara sølan av avgjaldsskyldugum alkoholi teljast uppí. Tí prenta vit uppaftur samanberingina við hini norðurlondini og telja bara avgjaldsskyldugt alkohol uppí. Tølini eru úr bókini Nordic Statistical Yearbook 2005.
Mynd: Avgjaldsskyldug alkoholsøla, reint alkohol upp á íbúgvan eldri enn 14 ár, 1993 og 2004
(Eftir hesum máti, var í 2005 drukkið eitt lítið vet meira enn í 1993. Gongdin hesi seinastu fýra árini er kortini tann, at sølan er minkað ár um ár, úr góðum 7 litrum upp á fólkið eldri enn 14 ár í 2001 til hesar 6,6 litrarnar í 2005. Føroyska alkoholsølan er, sum sæst á myndini omanfyri, ájøvn við søluna í Íslandi, Noreg og Svøríki, men væl lægri enn í Danmark og Grønlandi.
Einki er kortini í vegin fyri at hava uppgerðir bæði av avgjaldsskyldugu og samanløgdu søluni, íroknað avgjaldsfría sølu. Bæði sløgini av hagtølum geva informasjón til eina heildarmynd av fyribrigdinum alkoholnýtsla.
Hvat tal ið er betri til at lýsa rúsdrekkanýtsluna, er tó ilt at siga. Vit vita við vissu, at fólk drekka annað og meiri enn tað, sum selt verður undir avgjaldslógini. Vit vita, at nógv tollfrítt - serliga brennivín - verður drukkið aftrat. Í uppgerðini valdu vit at leggja tollfríu søluna aftrat, fyri at viga upp ímóti tí, sum føroyingar føra tollfrítt inn í landið.
Men samanburðurin við hini norðurlondini var, sum sagt, ikki beinur.
Av tí at tølini í greinini ikki vóru bein, prenta vit greinina uppaftur á heimasíðuni, við rættaðum tølum.










