Tá nú tapið er staðfest, og nógv ganska almindilig fólk hava mist nógvar hart vunnar sparikrónur, sum eru settar í partabrøv í Eik, og nógv børn hava mist eina stóra uppsparing, sum bláoygd foreldur hava keypt teimum partabrøv fyri, so tey kunnu hava nakað at standa ímóti við, tá tey skulu út í vaksnamannalívið, so skylda frákoyrdu stjórarnir í Eik at fortelja okkum, hvussu nógvar milliónir teir hava fingið fyri at fara frá.
Vita halda:
At teir als einki skuldu fingið. Hava teir rætt til tað sambært sáttmálum, so áttu teir at víst seg sum menn og latið bankanum pengarnar aftur, ella til dømis latið teir til Barnabata.
Alt annað er órættvíst og prógvar eina totala arrogansu.










