Hvussu mong landsstýrisráð eiga at vera?

Í seinastuni hevur verið nakað av orðaskifti um talið av landsstýrisráðum. Hetta hevur týdning í samband við fíggjarlógarviðgerð og í heila tikið, tá ið ræður um skilagóða nýtslu av almennum peningi. Men størri týdning hevur tað í samband við skilagóða politiska og administrativa stýring av landinum.

Í “gomlum” døgum høvdu vit eitt landsstýri við 3-4 limum, einum høvuðsstjóra og nøkrum fulltrúum, sum varðaðu av teim ymisku málsøkjunum. Hetta riggaði hampuliga væl í mong ár. Men einki stendur í stað, og umsitingin vaks sum fráleið burtur frá hesi skipan. Seinri fingu vit deildir, og tá kollegiala skipanin varð avtikin fingu vit tey ymisku aðalráðini.

Tað kann vera ymiskt, sum núverandi skipan er umhildin. Hon hevur nakrar fyrimunir, men eisini ávísar veikleikar. Her skal ikki vera farið í smálutir við tí, men eg skal bert nevna, at ein av størstu veikleikunum við skipanini er, at ráðini ofta verða skipað og umskipað eftir, hvat ið er politiskt “opportunt”. Vit hava til dømis í dag níggju ráð, tí landsstýrissessir skuldu javnast út við 3 aðalráðum til hvønn av nøkulunda eins stóru landsstýrisflokkunum. Hetta hevur so aftur við sær, at atlitini til at fáa mest effektivu umsitingina ikki altíð koma í fremstu røð. Hetta hevur so aftur við sær óneyðuga dýrking, sum stendst av eini “antirationalisering” sum fylgja av tilvildarligum umleggingum.

Tað er helst politiskt ómøguligt at koma ígjøgnum við nýskipanum á hesum øki miðskeiðis í einum valskeiði ella landsstýrisskeiði. Tað endar bert í klandri um, hvørji ráð skulu umleggjast ella leggjast saman og harvið eisini hvørjir persónar skulu víkja. Nú líður tó aftur móti løgtingsvali, og sum tað ljóðar frá politiska umhvørvinum, eru ikki útlit fyri serliga nógvum skilagóðum loysnum restina av valskeiðinum. Tað skuldi tí veri upplagt, at sitandi landsstýri setti sær fyri at brúka einar tveir mánaðar at gjøgnumhugsa landsumsitingina og harvið eisini talið av aðalráðum, og hvat tey einstøku ráðini skulu fevna um. Hetta skal gerast bæði við atliti til, hvørji øki nátúrliga hoyra saman, og hvat ið arbeiðsliga er mest rationelt. Hetta eigur at vera gjørt í samráð við allar flokkar á tingi, og tá hesir báðir mánaðarnir eru farnir og funnið er fram til nýggja skilagóða skipan, sum semja er um, eigur løgtingsval at verða útskrivað. Helst eina ferð fyrrapartin í apríl 2011.

Kanska virkar tað eitt sindur provokerandi og er helst eisini bláoygt, tí virkandi politikarar lurta sjáldan eftir øðrum, men kortini kundi eg hugsa mær at komi við einum uppskoti um, hvussu ein føst ramma fyri landsstýrisráðini kann síggja út. Karmurin skal vera so mikið fastur, at hann ikki uttan víðari kann broytast, og harvið kemur eisini talið av landsstýrislimum at liggja fast. Uppskotið hjá mær sær soleiðis út:

Landsstýrisfyrisitingin skal skipast í 6 aðalráð:

Løgmannsráðið
Fíggjarmálaráðið
Vinnu-, uttanríkis- og búskaparráðið
Heilsu- og almannaráðið
Innlendismálaráðið
Menta- og útbúgvingarráðið


Ad. 1. Løgmannsráðið.
Málsøkið hjá løgmanni er í veruleikanum bert eitt, og tað er Landsstýrisleiðsla og –eftirlit.
Ad.2. Fíggjarmálaráðið.
Málsøkini eru í høvuðsheitum:
Landsins fíggjarviðurskifti, herundir alt viðv. fíggjarlógini
Skattaviðurskifti
Avgjøld
Almenn lønarmál

Ad.3 Vinnu-, uttanríkis og búskaparráðið.
Málsøkini eru í høvuðsheitum:
Fiski-og sjóvinna
Alivinna
Ídnaður
Landbúnaður
Handil
Ferðavinna
Arbeiðsmarknaðuir
Uttanríkistænasta, herundir samráðingar við onnur lond
Samfelagsbúskapur
Peningastovnar, Partafelags- og roknskaparviðurskifti v.m.

Ad.4. Heilsu- og almannaráðið.
Málsøkini eru í høvuðsheitum:
Heilsu-, sjúkrahús- og læknaviðurskifti v.m.
Almannahjálp, bústaðir v.m.
Eldrarøkt
Almennar pensiónir
Barnarøkt, familjuviðurskifti v.m.

Ad.5. Innlendismálaráðið.
Málsøkini eru í høvuðsheitum:
Lógar- og politimál
Kommunuviðurskifti
Samferðslumál og samskifti
Umhvørvismál
Innflytaramál
Ráevni
Fyrireiking og fremjan av yvirtøkum

Ad.6. Menta- og útbúgvingarráðið.
Málsøkini eru í høvuðsheitum:
Fólkaskúlin og grundútbúgvingar
Hægri útbúgvingar
Mentunnarmál
Kirkju- og trúarmál


Hesin listin er ikki fullfíggjaður, men fatar um flestu øki. Í øllum førum er hetta eitt íkast til orðaskifti. Ein umlegging sum hendan kemur eisini at hava við sær ymiskar flytingar av fólki og størv skulu umflokkast. Kanska eisini onkrar uppsagnir. Men samstundis eisini rationaliseringar og betri nyttu av arbeiðsmegini og nakrar sparingar.