Hvussu langt røkka 1.281.000.000 krónur?

Helgi Abrahamsen

Eg síggi at politikarar standa í røð í bløðunum, fyri at vísa samkenslu við teimum gomlu í Føroyum, sum ikki fáa mat og neyðuga røkt. Tað skilji eg væl.
Men tað sum eg ikki skilji, er, at hetta eru somu politikarar, sum í desember 2001 atkvøddu fyri yvirtøkum, sum høvdu við sær, at blokkstuðulin lækkaði 366 mió. krónur um árið. Henda eina atkvøðugreiðslan í løgtinginum hevur sostatt kostað 1.281 milliónir krónur higartil.
Í Føroyum eru umleið 6.000 pensjónistar, so um hesir politikararnir heldur høvdu valt at brúkt peningin til pensjónistarnar, so hevði tað síðani 1. januar 2002 svarað til 213.500 krónur fyri hvønn pensjónist í landinum.
Eg haldi at hetta eru talandi tøl.