Soleiðis kunnu battarí úr el-bilum handfarast

Hetta verður uppgávan hjá Súsonnu Berg, umhvørvisleiðara hjá IRF, at finna út av saman við fólki úr Grønlandi og Íslandi.

 

- El-bilaídnaðurin hevur tikið dik á seg nógvastaðni í heiminum. Føroyar eru einki undantak, og seinastu fáu árini er eyðsýnt, at okkurt er hent á landsins el-bilamarknaði.

 

Tað skrivar IRF á síni heimasíðu í dag. Í greinini verður víst til eina verkætlan, sum byrjaði í august í 2020. 

 

Verkætlanin skal lýsa, hvussu brúkt battarí úr el-bilum verða handfarin á tryggan hátt í smáum londum, sum ikki eru partar av meginøkinum og hava fáar el-bilar.

 

Við í verkætlanini eru Føroyar, Ísland og Grønland, og Súsanna Berg, umhvørvisleiðari hjá IRF, tekur eisini lut í verkætlanini, ið kallast Proactive.

 

Í nýggjastu útgávuni av Frøði verður forvitnisliga verkætlanin neyvari lýst. 

 

Tað at el-bilarnir gerast alsamt fleiri um allan heim, eggjaði svensku granskingarfyritøkuni Chalmers Industriteknik at fara undir eina verkætlan at finna út av, hvussu gomul battarí úr el-bilum verða handfarin á  tryggan hátt í smáum londum, sum ikki eru í meginøkinum og hava fáar elbilar.

 

- Tí vórðu trý norðurlendsk oyggjalond við fáum íbúgvum vald sum verkætlanarpláss. Tankin er, at um tað ber til at fáa eina skipan at rigga á hesum støðum, ber eisini til at fáa hana at rigga í einum og hvørjum øðrum landi og landaøki.

 

Á heimasíðuni hjá IRF verður víst á, at endamálið við verkætlanini er at seta upp eina effektiva og trygga tilgongd til at handfara brúkt battarí frá el-bilum.

 

- Verkætlanin fevnir um tilgongdir í samband við at savna, pakka og undanviðgera battarí úr el-bilum - at skipa leiðreglur og at venja starvsfólk.

 

Lagt verður aftrat, at verkætlanin - Proactive (Towards a Process of Efficient and Safe Electric Vehicle Battery Handling in the Island Nordic Countries) - byrjaði seinast í august í 2020, og hon heldur fram til seinast í 2022.

 

Í seinastu útgávuni av Frøði kann meira lesast meira um hesa verkætlan, sum Súsanna Berg, umhvørvisleiðari hjá IRF, tekur lut í.

 

##med2##