Hvussu kemur tú heimaftur eftir harðskap í parlagi?

- Vit royna at hjálpa fólki, har harðskapur hevur verið í parlagnum, at finna loysnir og tilboð, um tað er soleiðis, at annar parturin óttast fyri at fáa makan heimaftur, sigur løgreglan.

 

Seinastu dagarnar hava tvey harðskapsmál verið í miðøkinum, har tað snúði seg um parløg, og har rúsdrekka í báðum førum var uppi í.

 

Í báðum førum var talan eisini um løstir, og báðir partar vórðu kannaðir hjá lækna.

 

Tann parturin, sum hevur verið fyri harðskapi, verður kannaður fyri at staðfesta skaðarnar, sum løgreglan brúkar í sínari skuldseting.

 

Parturin, sum fremur harðskap, verður eisini kannaður, tí talan kann vera um, at viðkomandi hevur løstir, sum stuðla undir frágreiðinga hjá tí, sum er fyri harðskapi.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at hetta eru tvey mál, sum tey nú arbeiða við, og í báðum førum eru skuldsetingarnar harðskapur í parlagi.

 

- Í samband við hesum bæði málini varð annar parturin tikin við á støðina, og avhoyringar eru gjørdar. Síðan eru persónarnir leyslatnir aftur.

 

Tá vaktleiðarin í morgun varð spurdur, um persónarnir, sum framdu harðskap, eru farnir heimaftur til makarnar, haðani teir komu, sigur vaktleiðarin:

 

- Vit royna at hjálpa fólki, sum koma soleiðis fyri, at finna loysnir og tilboð, um tað er soleiðis, at tey óttast fyri at fáa makan heimaftur, sigur løgreglan.

 

Spurningurin er, um annar parturin má flyta - ella um kvinnan kanska skal venda sær til Kvinnuhúsið. Í øðrum førum er ikki ókent, at parið heldur fram at búgva saman.