Spanski álopsspælarin Fernando Torres er ikki longur tann stórskjúttin, hann einaferð var, og av og á brennir hann so stórar kjansir, at mann kann undrast á, hvussu tað ber til.
Í dag spældi Chelsea venjingardyst ímóti Olimpija Ljubljana, og í hesum dysti fekk Torres ein gyltan møguleika at gera mál. Teinurin til púra blanka málið var ein góður metur, tá ið Torres skuldi koyra bóltin í málið...
Hygg eftir videobroti omanfyri og síggj, hvat hendi.