Meðan árini 2002 til 2004 vísti at kalla eina javna framgongd fyri europeisku valutaeindina euro, og amerikanski dollarin tilsvarandi fall í virði, so hevur gongdin verið tann øvugta í hesum ári. Á nýggjárinum fekst tú 1,36 dollars fyri eina euro, í dag fært tú gott 1,25 dollar fyri eina euro. Fallið er umleið 7,5% hetta tíðarskeiðið. Hetta er lægsta støðið í einar sjey mánaðar.
Hví nú tað?
Meðan dollarin alt árið í fjør fall, skrivaðu serkønir um, at amerikanski búskapurin hevði nøkur vandamikil "strukturel" brek. Hugsað var um , at bæði amerikanski handils- og gjaldsjavnin vístu stórt hall, og sama við landshúsarhaldinum: stórt hall. Skrivað bleiv, at amerikanski búskapurin kundi enda í stórum trupulleikum, hann kundi krasja, sum "The Economist" tók til.
<sum$?$end$!$ USA: Gjaldsjavnin-666 mia $
<sum$?$end$!$ ES:sama+50 mia $
<sum$?$end$!$ USA: Fíggjarlóg/framleiðsla-4,1%
<sum$?$end$!$ ES:sama-2,8%

Tær sterku síðurnar í USA
Men tað øvugta hendi. Valutahandlarar fokuseraðu meira uppá tær sterku síðurnar í USA, góður vøkstur í framleiðsluni (gdp) og lítið arbeiðsloysi.
<sum$?$end$!$ USA: Vøkstur í framleiðslu 3,6%
<sum$?$end$!$ ES:sama1,4%
<sum$?$end$!$ USA : Arbeiðsloysi5,2%
<sum$?$end$!$ ES: sama8,9%

Tann treka gongdin í Europa, og eisini í Frankaríki, er so ein orsøkin til at euro-kursurin hevur verið fallandi. Men kanska eisini til, at politiskir trupulleikar nú taka seg upp í ES-samarbeiðinum.
Fólkaatkvøðan í Frankaríki gav eitt væntað nei!
Ein nýggj ES-traktat ella grundlóg varð smíðað, stjórnarleiðarar skrivaðu undir. Og síðani skuldi hvørt av teimum 25 ES-londunum ratificera ella gódkenna hesa grundlóg, hvørt uppá sín máta. Summi við meiriluta í tinginum, sum Týskland gjørdi í seinastu viku við stórum meiriluta. Onnur við fólkaatkvøðu, sum Spania hevur gjørt, og sum Frankaríkið skuldi gera sunnudagin. Men har bleiv grundlógaruppskotið vrakað, tí 54,87% av atkvøðunum vóru ímóti.
Hetta sást ikki aftur í euro-kursinum, enn.
Hetta franska "non" sást at kalla ikki aftur í euro-kursinum. Og grundin er tann einfalda, at hetta nei-úrslit var væntað, og valuta-handlarar høvdu innrættað seg hareftir í góðari tíð. So tað markanta fallið, sum sæst á kurvuni fyri tveimum vikum síðani, kann útleggjast sum, at longu tá innrættaðu valuta-fólk seg uppá eitt franskt nei. Men komandi dagar fara at vísa, hvussu henda nýggja støðan fer at virka. Men, sum skrivað fyrr, hetta er ikki nakað sum fer at styrkja euro?na.
Hvat nýtt er í ES-grundlógaruppskotinum?
Upprunaliga grundlógin í ES var Rom-traktatin, undirskrivað í 1957 av seks europeiskum londum, sum vóru: Týskland, Frankaríki, Italia, Holland, Belgia og Luxemburg. Seinni eru aðrar traktatir komnar aftrat, uppkallaðar eftir hollendsku býunum Amsterdam og Maastricht og franska Nice. Nýggja grundlógin skuldi eftir ætlan avloysa allar hesar gomlu, millum annað tí at 19 lond eru komin aftrat hesi seinnu árini.
Tað nýggja í uppskotinum er millum annað:
<sum$?$end$!$ Europaráðið, sum er forsamlingin av stats- og stjórnarleiðarum, fær ein formann, sum skal sita tvey og eitt hálvt ár. Sum nú er, gongur formannsskapurin uppá skift hvørt hálvár.
<sum$?$end$!$ ES fær ein uttanríkisráðharra, sum skal umboða samgonguna úteftir.
<sum$?$end$!$ Fleiri avgerðir verða tiknar við kvalificeraðum meiriluta, tvs 15 av teim 25 londunum skulu atkvøða fyri. Møguleikin fyri, at eitt einstakt land, lítið ella stórt, kann blokera fyri uppskotum, fer at minka. Hesin atkvøðumátin umfatar ikki skattamál, uttanríkispolitikk, verju og arbeiðsmarknað.
<sum$?$end$!$ Kommissiónin hevur frá byrjan havt ein lim úr hvørjum luttakandi landi, nú eru so 25. Hetta tal skal frá 2014 minkast niður í 2/3. Summi lond fáa so kommiser eftir tørni.
<sum$?$end$!$ Nýggjur møguleiki fyri, at fólkið fær "initiativ-rætt", tvs kann koma við uppskotum til lógir og tiltøk. Undirskrifts-adressa við 1 millión undirskriftum kann áleggja Kommisiónini at koma við tiltøkum.

Hví var meirilutin í Frankaríki so ímóti?
Í Frankaríki vóru traktat-andstøðingar bæði á høgra- og vinstarveinginum. Le Pen, høvuðsmaður á høgraveinginum, er nationalistur og vil hvørki vita ev ES ella fremmandafólki. Sosialistaflokkurin hevur ein stóran bólk av andstøðingum, sum ikki eru ímóti ES, men sum vildu hava meira inn um arbeiði og tað sosiala. "Eitt betri ES", sum teir siga. Teir kallaðu traktatina fyri "anglo-amerikanska liberalismu."
Eitt nei vísir at meira enn helvtin av franska fólkinum sigur frá misáliti og ónøgd. Tað, sum millum annað hevur spælt inn, er:
<sum$?$end$!$ Stóra arbeiðsloysi
<sum$?$end$!$ Væntandi ábøtur frá stjórnini
<sum$?$end$!$ Ótti fyri at bílig arbeiðskraft úr eystureuropeisku limalondunum tekur yvir
<sum$?$end$!$ Ónøgd við at turkaland skal gerast limur
<sum$?$end$!$ Illvilji móti globaliseringini, og tí sum hon viðførir
<sum$?$end$!$ Ónøgd við at tann sosiala dimensiónin fyllir so lítið
<sum$?$end$!$ Men eisini, at ja-síðan hevur verið arrogant og ósaklig

Stjórnin má fara frá, alt fyri eitt.
Undir øllum umstøðum má urslitið sigast at vera eitt bakkast fyri Chirac forseta, fyri stjórnina við Raffarin á odda, fyri franska parlamentið, har tveir triðjingar vóru fyri. Eisini hjá sosialistunum og teimum grønu.
Hjá franskmonnum var ikki neyðugt at leggja hesa avger út til fólkaatkvøðu. Parlamentið kundi avgjørt sakina. Men Chirac helt tað vera so líka til at fáa eitt fólkaatkvøðu-ja í kassan, og harvið ein persónlig álitisváttan. Men gakk, hann fekk ein vátan frammaná!
Tað er helst óhugsandi, at Chirac leggur frá sær, men kanska er stjórnin rokin longu mikudagin, tá hetta verður lisið.
Hvat er so at gera?
Henda støða er ikki góð fyri ES-samtakið, eingin ivi um tað! ES-andstøðingar frøðast, viðhaldsfólk eru í døpurhuga. Danska blaðið Politiken hevði mánadagin eina langa oddagrein um ta kompleksu støðuna, sum valdar: "Det hører med til nejets elendighed, at det ikke rigtig kan få de øjeblikkelige og forløsende konsekvenser, vi normalt forbinder med et politisk jordskred."
Blaðið sær støðuna sum sera trupla, og at hon politiskt kann føra til hvat sum helst. "Ægte respekt for det franske nej ville være, hvis EU?s medlemslande fandt en ny måde at involvere vælgere, politikere og partier på i det store politiske eventyr. Et eventyr, der forhåbentlig overlever søndagens dramatiske mistillidserklæring."
Onnur hava sína meining
Polski forsetin, Alexander Kwasniewski, sum kann sigast at umboða tey nýtilkomnu londini í ES, sigur í eini viðmerking: "Tað franska "non" er eitt álvarsligt problem í ratificerings-tilgongdini, men tað er eingin bremsa viðvíkjandi samansjóing og útvíðkan av ES." Bretski uttanríkisráðharrin Jack Straw: "Atkvøðan í Frankaríki setir fram róttøkar spurningar viðvíkjandi framtíðini hjá ES. Samtakið noyðist at umhugsa kósina framyvir."
Eingin ivi er um, at nógv fer at henda komandi tíðina, bæði framman og aftan tjald. Undir øllum umstøðum er gott við løtu til umhugsan.