Hvussu hongur hettar saman????

Hvør kann keypa makrel fyri útvið 5 kr kg og selja fyri sama prís ?
Álvaratos, hvussu hongur hettar saman? Ella hongur tað saman?
Hvør hevur ráð til at gjalda líka nógv fyri tilfeingið, sum hann fær fyri tað í avreiðing?
Vænti fleiri seta spurnartekin við, tí neyvan klárar tann best bjargaði føroyingurin at keypa kvotur fyri sama prís, sum hann avreiðir fyri.
Er tað nakar sum er førur fyri at geva mær eina frágreiðing upp á hettar, hvussu ein reiðari kann fara at keypa kvotur fyri tað sama, sum hann fær fyri avreiniðgina? Ella er tað so stuttligt at fiska makrel, at ein veruliga vil geva tað sama krónutalið fyri pr. kilo, sum ein kann avreiða tað fyri???