Hvussu hevur kirkjan tað eftir yvirtøkuna?

Næsta mánað fer felagið fyri Kirkjuráðslimir at hava aðalfund sín í leguhúsinum í Nesvík. Eitt av málunum er støðan í kirkjuni eftir yvirtøkuna í 2007.

Aðalfundurin byrjar fríggjakvøldið 21. januar, men tann stóri fundardagurin er leygardagin eftir.

Tá verður fyrst formansfrágreiðing við formanninum í felagnum, Jórun Johannesen, og síðani orðaskifti, men eisini verður gjørt burturúr at hyggja eftir støðuni í kirkjuni anno 2011.

Her fara tvær kvinnur, ið vita nógv um kirkjumál at siga sína hugsan um, hvussu tað hevur gingist við fólkakirkjuni síðani yvirtøkuna. Eftir at hesar báðar - Ása Justinussen og Gunvør D. Jensen - hava havt orðið, verður orðaskiftið um málið.

Á hesum fundi luttaka eisini mentamálaráðharri okkara, Helena Dam á Neystabø og Jógvan Fríðriksson, bispur.