Hesi tøl eru gjørd eftir kanningum í Svøríki, men tendensurin er nokk tann sami her hjá okkum
Tá tað kann prógvast, at fólk, sum verða ákoyrd við 50km/t, ofta doyggja av løstunum tey fáa, skal helst ikki koyrast meira enn 30 km/t, har fólk og bilar ferðast á somu breyt. Við null-hugsjónini verður staðfest, at stórur skaði stendst av, at bilar verða ákoyrdir frá síðuni við meira enn 50 km/t. Tí skal ikki koyrast meira enn 50 km/t gjøgnum krossvegir.
Kelda: Petur J. Sigvardsen RFF