Bill Justinussen, løgtingsmaður, hevur sett Høgna Hoydal, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, munnligan fyripurning um arbeiðið við fiskivinnunýskipanini.
Spurningarnir hjá løgtingsmanninum eru tríggir í tali: 1) Hvussu langt er arbeiðið at nýskipa fiskivinnuna komið? 2) Hvørjar partar úr álitinum er landsstýrissamgongan samd um at fremja? og 3) Nær ætlar landsstýrismaðurin at leggja nýskipanina fyri løgtingið?
- Stóra og altumráðandi málið hjá sitandi samgongu er – umframt at nýskipa hjúnarbandið - at nýskipa fiskivinnuna. Eitt serfrøðingaálit hevur givið landsstýrismanninum tilmælir sum grundarlag fyri politiskum samráðingum.
Men, Bill Justinussen vísir á, at enn er einki lagt fram á ting - annað enn ein royndaruppboðssøla. Politisku flokkarnir úr andstøðuni hava verið til nakrar fundir við landsstýrismannin, men enn er langt eftir á mál.
- Jólini nærkast í hvørjum enn einaferð, og 1. januar 2018 byrjar spakuliga at daga undan havsbrúnni, bæði hjá vinnu og politikki, sigur løgtingsmaðurin í viðmerkingum til fyrispurningin til løgmann.