Hvussu fyribyrgja vit siðamisbrotum

Týskvøldið frá klokkan 19 til 21 er ætlanin at skipa fyri tiltakinum "Frá vitan til politiskan vilja" á Bakarínum hjá Jórun í Klaksvík. Tað er Mimmy Vágsheyg, sum stendur aftan fyri tiltakið, har bæði serfrøðingar á økinum og politikarar sleppa at røða um siðamisbrot.

Lagt verður upp til, at ymiskir spurningar verða svaraðir, eitt nú 1) Hvussu kunnu vit fyribyrgja siðamisbrotum, 2) Hvør revsing er hóskandi fyri tann, sum verður dømdur fyri siðamisbrot og 3) Hvussu hjálpa vit børnum best, sum eru vorðin útsett fyri siðamisbrotum?

Mimmy Vágsheyg sigur við Portalin, at endamálið við fundinum er at upplýsa og eggja til politiskan vilja at skapa fokus og fáa í lag konstruktivt kjak um evnið.

- Fundurin verður skipaður við einum umboði fyri hvønn politiska flokkin, og eisini verður eitt serfrøðingapanel, sum verður sett saman av fólkum, ið dagliga starvast við ella hava serligt tilknýti til evnið. Serfrøðingapanelið er sett saman soleiðis, at vit fáa lýst evnið so fjølbroytt sum møguligt, sigur stigtakarin.

Í panelinum sita ein løgreglumaður, ein løgfrøðingur, ein sálarfrøðingur, umboð frá barnaverndartænastuna, umboð fyri hjálparfelagsskapin Kris, ein skúlaheilsusjúkrasystir og ein ella tvær kvinnur, ið hava verið fyri siðamisbroti sum barn.

Orðstýrari á fundinum á Bakarínum hjá Jórun verður Solby Eliasen, journalistur.

- Fundurin byrjar við eini stuttari framløgu frá einum ella tveimum serfrøðingum, har kanningar og hagtøl verða viðgjørd. Síðani verða spurningar settir til serfrøðingapanelið og haðani víðari til politiska panelið, sigur Mimmy Vágsheyg, fyriskipari.