Hvussu fáa vit vøkstur?

   

Marjus Dam
????
Størsta politiska avbjóðingin fyrr, nú ein og framyvir er hvussu vit í Føroyum fáa vøkstur í samfelagnum.
Geografiskt liggja vit soleiðis fyri, at fiskiveiða altíð fer at vera ein av stóru vinnum okkara.
Hvat kunnu vit gera, fyri at sleppa undan at vera eitt primert rávøru framleiðandi land?. Tað er ikki undarligt at arbeiðsloysi veksur støðugt, tá ein størri og størri partur av okkara fiskivørum verður útfluttur óviðgjørdur. Arbeiði verður útflutt, og vit skaffa okkum sjálvum kappingarneytar. Vit geva teimum fiskin, ið skal kappast við okkara egna fisk.
Nøgdin er eftir 3 -4 árum vaksin frá 9000 tonsum til eini 32000 tons av fiski.
Hetta er ein stórur politiskur, vinnuligur og sam-felagsligur trupulleiki.
?Er orsøkin til hesa skeivu gongd manglandi kappingarførið?
?Tørvandi marknaðartilgongd.?
?Er orsøkin ov gomul skip ella ov gomul flakavirkir?
?Er orsøkin, at vit hava sovið í tímanum?

Hugsa vit um eitt útlendskt slaktarí, so verður í flestu førum alt djórið skorið sundur til steikir, pylsur, súltur o.a. Onki, ella allarminsti parturin, verður tveitt burtur.
Hyggja vit eftir hvussu ein føroyskur seyður verður hagreiddur, so verður fyri stóran part krovið turkað ? og restin tveitt burtur.
Mær tykir at sama mynd sum er við slakti av føroyska seyðinum er ein mynd uppá føroyska fiskavirking ? stórt sæð.
Fiskurin verður keyptur við høvdi og sporli. Fyrst verða innvølir tveittir burtur. Síðan verður ein triðingur skorin burtur, nevniliga høvdi. Síðan verður ryggur skorin burtur, kílaskorið og at enda verður skræðan tikin av.
Og har á borðinum liggur eitt lítið óviðgjørt flakapetti. Hetta verður so pakka niður í stórari nøgd, fryst, og sent av landinum ? har tann dýra virðisøkingin síðan fer fram.
Vit undrast á, at tað ikki ber til. Í fleiri førum undran ein meiri á, at tað bar til.
Hví skulu vit til keypmannin at keypa innflutta livur í dós fyri 140 kr/kilo, tá vit kasta hetta tilfeingi burtur. Tað sum aðrarstaðir gevur ivirskotið í framleiðsluni, er burturkast hjá okkum. Ein kann spyrja hvussu føroysk fiskivinna kann bera seg, tá meginparturin av tilfeinginum verður blaka burtur. Ì fleiri førum ímóti gjaldi.
Eg trúgvi, at her er nógv í kann gerast. Millum annað má nýhugsan, gransking, og økt marknaðartilgongd til.
Hugskotini koma sjálvandi frá vinnuni sjálvari. Men ein uppgávan verður at leggja rammurnar, so at hugsanir, nýhugsanir og samskipan verður fólki og landi at gagni. Og so mugu vit ikki selja ella lata vitanina gleppa okkum av hondum fyri onki. Tað er hent í alt ov stóran mun.
Sera nógv er at gera, bæði politiskt og vinnuligt, so at virðisøkingin av okkara tilfeingi fer fram her á landi ? til kappingarførar prísir. So at arbeiðsloysi minkar og flakavirkini gerast til peningamaskinur í okkara samfelagi. Tað eru tey ikki, um tey eru afturlatin.