Hvussu fáa vit meira burturúr útflutningsvinnuni?

Føroya Arbeiðsgevarafelag skipar mánadagin 22. februar kl. 15.00 ? 17.00 fyri heimleiðisfundi við evninum

Á fundinum, sum er fyri limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag, luttaka Kaj Leo Johannesen, formaður Sambandsfloksins, Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins, Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins og Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldis.

Á fundinum svara teir hesum spurningum:

1. Hvussu røkja og stimbra vit verandi útflutningsvinnur, so tær ikki fara fyri bakka, áðrenn vit hava fingið alternativar vinnur? Kann man yvirhøvur fáa meira burturúr verandi útflutningsvinnum?

2. Hvussu sær samansetingin av samlaða føroyska útflutninginum út um 10 ár, og hvussu kann henda samanseting verða nádd?

3. Hvussu kann man stimbra og menna nýggjar útflutningsvinnugreinar? Hvørjar kundu hesar evt. verið?

4. Hvussu vilja tit tryggja at møgulig nevnd átøk verða gjøgnumførd?

Harafturat kemur Thomas Dam, formaður í Búskaparráðnum, inn á hvønn týdning útflutningurin hevur fyri føroyska búskapin - eisini sæð í mun til aðrar inntøkur hjá Føroyum.

Heimleiðisfundurin verður í hølum Norðoya Sparikassa í Miðlon, Tórshavn og er fyri limir í Føroya Arbeiðsgevarafeleag.