Tann spurningurin verður viðgjørdur í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 26. oktober.
Skálin í Norðurlandahúsinum verður í næstum karmur um seminar at viðgera evnið: "Hvussu økja vit trivnaðin hjá listafólki og hugin at flyta heim?" Gestir úr Tróndheimi geva íblástur og føroysk embætisfólk, politikarar og listafólk greiða frá ætlanum og hugsjónum.
Listafólk og Tróndheim kommuna hava meira enn 20 ára royndir við sokallaðum atelierfelagskapum, og Tróndheim kommuna hevur í mong ár raðfest íløgur í list høgt.
Embætisfólk og listafólk úr Tróndheimi greiða frá sínum royndum.
Føroysk embætisfólk, politikarar og listafólk taka saman um.
-Seminarið er ætlað listafólki, politikkarum og annars øllum, ið eru áhugað í arbeiðsumstøðunum hjá okkara listafólki og sum hava ella ynskja at fáa - virknan leiklut og/ella ávirkan á, hvussu hesar verða betraðar í kommununi, skrivar Norðurlandahúsið á heimasíðuni
Skráin er hendan sambært heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum:
Setan Gunvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvík, setur seminarið
Royndirnar við atelierfelagsskapi. Merete Morgenstierne, Kari Elise Mobeck og Vigdis Haugstø, listafólk, NO
Høvi at seta spurningar
Úrtøkan hjá Tróndheim Kommunu av íløgum í listini.
Gerhard Dalen, stjóri í altjóða samskifti, NO
Høvi er at seta spurningar
Steðgur, ábit
Faciliteter Aktiviteter Kulturproduktion, cost og benefit
Ole Wich, formaður fyri Føroysk Myndlistafólk, FØ
Míni hús úr dreymum hava nógv vindeygu.
Guðrið Poulsen, keramikari, FØ
Trivnaðurin hjá listafólki í Tórshavnar Kommunu, framtíðar mál
Jógvan Arge, formaður í mentunarnevndini, FØ
Gestaatelier í Klaksvík?
Dávur Winther, mentunarstjóri í Klaksvík, FØ
Endi Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavn tekur saman um (FØ)
Fernisering borgarstjórin letur síðani framsýningina "Krysninger" hjá fýra listafólkum úr Tróndheimi upp.
Hetta veit heimasíðan hjá Norðurlandahúsinum.