Hvussu fáa vit ferðafólk at surfa til Føroya?

Tíðindaskriv

Ferðaráð Føroya bjóðar til evnisdag á Hotel Føroyum 8. apríl um marknaðarføring á internetinum - við serligum atliti at ferðavinnuni


Internetið hevur kollvelt alla marknaðarføring - og ikki minst innan ferðavinnu. Nýggj flogfeløg hava vunnið kappingina um marknaðin, gomul eru farin á heysin. Fólk leita til nýggj ferðamál, og venda gomlum bakið. Alt samalt, tí internetið er komið, og tí nøkur duga væl at brúka tað, meðan onnur duga illa.
Hvussu brynja vit okkum á besta hátt til hesa nýggju avbjóðingina? Henda spurning setir Ferðaráð Føroya á evnisdegnum tann 8. apríl.
Fimm fyrilestrar
Til tess at fáa evnið lýst úr fleiri sjónarhornum, hevur Ferðaráðið fingið fimm fólk, sum hava royndir á hvør sínum øki, at leggja fram.
Jónsvein Joensen, KT-ráðgevi á teldufyritøkuni Kervi, fer at tosa um siðbundna mótvegis nýskapandi marknaðarføring á internetinum og spyr, hvussu føroyska ferðavinnan kann gagnnýta netið á besta hátt.
Jacob Hancke, ið er ráðgevi í donsku fyritøkuni SignalDigital, fer at tosa um, hvussu ein heimasíða skal vera bygd upp og skipað til tess at gera mest gagn. Hann kemur eisini inn á vandan fyri, at ein vánalig heimasíða rætt og slætt kann styggja kundar.
Walter Jensen, ráðgevi innan ferðavinnu, fer at tosa um, hvussu ein best sameinir tann prentaða faldaran og teir møguleikar, ið internetið gevur.
Høgni Rasmussen, stjóri í lýsingarstovuni Sansir, fer at greiða frá, hvussu ein marknaðarførir sjálva heimasíðuna.
At enda fer stjórin í Gallup Føroyar, Ellintur Egilstrøð, at greiða frá um nýggja vevteljaran hjá fyritøkuni.
Tilmelding
Evnisdagurin byrjar kl. 9.30 og endar umleið kl. 16.00. Bæði fyrra og seinnapart verður drekkamuður, og á middegi verður kalt borð, sum er íroknað prísin
Tilmeldingin fer fram á heimasíðuni hjá Ferðaráðið Føroya: www.tourist.fo.
Seinasta freist at melda seg til er 1. apríl.