Laksáfoss hevur mist tamarhaldið á landsbúskapinum, um hann nakrantíð hevur havt tað, og er farin undir at selja bílig atgongumerki til eina politiska framtíð ístaðin. Harvið ger hann bara tað sama sum so mangir aðrir samgongumenn í hesum døgum, nú uppskot í fleiri hundrað millióna klassanum floyma inn á tingborð, sum ongin dekningur er fyri, hvørki nú ella í komandi valskeiði. Tey, sum verða vald á ting 19. januar, hava longu mist dispositiónsrættin yvir fíggjar- og búskaparpolitikkinum, um hesin gallskapurin ikki verður steðgaður alt fyri eitt. Løgmaður roynir tó í besta Mugabe stíli at herja á demokratisku skottini, fyri at útvega sær meira tíð í samfelagsligu destruktiónsætlan síni. Ímeðan er evsta mark farið fyri spurningum á tingi - hjá okkum deyðiligu tingmonnum.
Landsins búskapur er so nógv annað enn fíggjarlógir Løgtingsins. Kommunurnar eru ein stórur partur, og sambært lógini um kommunustýri, § 53, stk. 2, skulu kommunurnar lata landsstýrismanninum í innlendismálum samtykta fíggjarætlan áðrenn 3 – tríggir - gerandisdagar eru farnir eftir 1. desember á hvørjum ári, fyri at landsstýrismaðurin kann røkja sínar eftirlitsskyldur við fíggjarligu viðurskiftunum hjá kommununum.
Harvið skuldi Heðin Zachariassen, sum nú varðar av kommunumálum í heimastýrisstjórn Føroya, havt fíggjarætlanir, løguætlanir og yvirlit yvir ognir og skuld í hendi, og vænti eg tí, at hann svarar hesum spurningum alment, táið ongin røkkur honum longur í parlamentarisku skipanini - við viðkomandi og avgerandi spurningum:
Hvussu stórar eru samlaðu inntøkurnar hjá kommununum samsvarandi fíggjarætlanunum fyri árið 2008 ?
Hvussu stórar eru samlaðu útreiðslurnar hjá kommununum samsvarandi fíggjarætlanunum fyri árið 2008 ?
Hvussu stórar eru samlaðu íløguætlaninar hjá øllum kommununum samsvarandi fíggjarætlanunum fyri árið 2008 ?
Hvussu stórur var samlaði íløguvøksturin í krónum og prosentum, samsvarandi fíggjarætlanunum hjá føroysku kommununum, frá 2004-2005, frá 2005-2006, frá 2006-2007 og frá 2007-2008 ?
Hvussu nógv er samlaða nettoskuldin hjá føroyskum kommunum broytt frá 1. januar 2004 – 31. desember 2007 ?
Flestu, ella allar, kommunur hava latið sínar fíggjar- og løguætlanir til Innlendismálaráðið longu 1. desember, so lagað manni skuldi tað verið, at greitt fólkið frá hesum. Tað mest áhugaverda við svarinum verður sjálvandi, um kommunubúskapurin virkar stabiliserandi ella destabiliserandi fyri heildarbúskapin, nú samgongan fullkomuliga hevur slept teymunum á landsins finansum. Fyri at nevna dømir um hetta seinasta uppáhaldið, so fara einans fýra einstakar verkætlanir, flogvøllurin, Sandoyartunnilin, tunlarnir Norð um Fjall og Studentaskúlin í Hoydølum (sum Jokarin hjá Javnaðinum legði fram í gjárkvøldið, í einum merkiligum herðindi av opportunistiskum kvababbilsi, hóast hann atkvøddi ímóti at kalla sama uppskoti frá Tjóðveldinum hin 4. november 2005, einasta uppskotið, sum er lagt fram á ting um bygging av Studentaskúla í Tórshavn hesi 4 árini, ímeðan Javnaðarflokkurin hevur havt eitt standandi veto óvikandi inni í samgonguni, ímóti hesi ætlan, sum nú bráðliga gjørdist so áhugaverd fyri onkran teirra, bert tríggjar dagar fyri, at val átti at verið útskrivað) at tátta í eina hálva millard um ári í komandi valskeiði. Hetta er umleið tvífalt tað, sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur sagt seg sinnaðan at brúka, ja, sum hann staðiliga hevur sagt var ráðiligt at brúka, í ovurhitaða búskapinum. Og tá er ongin onnur íløga íroknað, tíanheldur røkt og viðlíkahald av landsins undirstøðukapitali.
Samstundis, sum vit gleða okkum til svarini frá Heðini, so mega vit vóna, at forløgini skipa tað soleiðis, at laðað verður upp í dyrnar hjá hesi samgonguni, ongantíð ov sjótt, skulu vit ikki enda í eini nýggjari og oyðandi kreppu. Tað kann ikki vera rætt, at eitt framkomið samfelag verður stjórnað av kreppum heldur enn av skilagóðum politiskum mekanismum.