Fiskivinna
Grannskoðarafelagið, Rasmussen & Weihe, hava gjørt eina roknskapargreining av føroyska fiskiskipaflotanum fyri árini 2000-2004, har felagið við støði í almennu ársroknskapunum hevur greinað roknskapartølini fyri hesi árini.
Í greiningini yvir fiskiskipaflotan eru við fáum undantøkum øll skip tikin við, sum eru omanfyri 110 tons ella hava eina maskinorku, sum er størri enn 400 hk.
Hetta er sambært flokkingini av fiskiskipum í lógini um vinnuligan fiskiskap.
Aftrat almennu ársroknskapunum hjá teimum feløgum, sum eiga skipini, hevur grannskoðarafelagið eisini fingið upplýsingar um veiðinøgd, nettosølu og onnur viðurskifti, sum hava týdning fyri heildarmyndina.
Útróðrarflotin er ikki við í greiningini, tí tað eru bert fáir bátar, sum eru skipaðir í partafeløg ella smápartafeløg við skyldu at lata inn almennan ársroknskap.
Framløga
Á hvørjum ári seinastu árini hevur felagið skipað fyri framløgu av úrslitunum, sum komið er fram til, fyri viðskiftafólkum.
Á framløgufundinum týsdagin var størsti denturin lagdur á fiskiflotan, men við endan av fundinum varð tikið saman um gongdina hjá fiskavirkjunum.
Greiningin er býtt upp hesar bólkar: 1) Allur flotin, 2) Pelagisk vinna, 3) Rækjuvinna, 4) Verksmiðjutrolarar, 5) Partrolarar, 6) Lemmatrolarar, 7) Línuskip, 8) Garnaskip og 9) Onnur skip.










