Safia Farkash, kona tann nú deyða fyrrverandi leiðaran í Libya, Muamar Kadaffi, vil nú hava ST at kanna, hvussu maður hennara varð myrdur. Hon vil hava ST at eftirkanna umstøðurnar um deyða hansara.
Tað sigur ein sýrisk sjónvarpsstøð, sum heimasíðan hjá norska Dagbladet endurgevur.
Safia Farkash vil eisini hava at vita, hvat hendi soni sínum, Mutassim.
Hon er errin av manni og synum, sum í eitt hálvt ár bardust móti út við 40 londum.
Nýggja leiðslan í Libya ynskir, at fyrrverandi leiðarin verður jarðaður, har almenningurin ikki veit, hvar hann liggur, soleiðis at grøvin ikki gerst ein vitjunarstaður.
Sum skilst, er jarðarferðin hjá Muamar Gadaffi útsett, tí nýggja leiðslan í Libya kann ikki semjast um, hvar fyrrverandi leiðarin skal jarðast.
Bólkar, sum virka fyri mannarættindum og mannarættindarráðið hjá ST hava biðið um eina fullfíggjaða frágreiðing um, hvat hendi, eftir at Muamar Gadaffi varð handtikin í heimbýi sínum, Sirte.
- Tað finnast fýra ella fimm ymiskar frásagnir um, hvussu fyrrverandi libyski leiðarin doyði, sigur Rupert Colville, talsmaður fyri mannarættindaovastan í ST, Navi Pillay.