Hvussu birtist føroyska tjóðin?

Týsdagin 26. februar klokkan 19.30 fer Kim Simonsen, PhD & Mag.art at halda fyrilestur undir heitinum: "Ímyndin av føroyingum og Føroyum - Hvussu føroyska sjálvsmyndin er skapt, og hvussu føroyska tjóðin birtist".

- Í hesum fyrilestri fari eg at lýsa, hvussu føroyska tjóðin kyknaði frá 1790-1891. Her vil eg svara trimum spurningum. 1) Hvussu framkomin er føroyskur samleiki? 2) Hvussu og nær vóru føroyskar bókmentir skaptar? 3) Hvussu og nær varð føroyska tjóðin skapt?

Kim Simonsen sigur, at hann eisini fer at røða um, hvussu tjóðin íbirtist av einari nýggjari sjálvsmynd og bókmentum. Soleiðis er tað endamálið at tulka, hvussu tað er eitt samband millum sjálvmyndina hjá einum fólki, bókmentir, og hvussu tjóðir verða skaptar.

- Í fyrilestrinum vil eg ávísa, hvussu og í hvønn mun føroyskur samleiki og tjóðskapur er ávirkaður av ferðandi, sum komu til Føroyar. Her hugsi eg um ferðandi úr eitt nú Onglandi, Amerika, Týsklandi, Fraklandi og nógvum øðrum londum, sum hava ávirkað føroyingar og teirra sjálvsmynd gjøgnum søguna.

Kim Simonsen sigur, at hann í fyrilestri sínum fer at tulka, hvussu hesi sóu føroyingar sum livandi í fortíðini og í tí sum er eksotisk - og hvussu eksotisma er ein stórur partur av sjálvsmynd føroyinga enn í dag - frá nútímans lýsingarherferðum, ferðabókum til sjónvarpssendingar.

Fyrilesturin hjá Kim Simonsen í Norðurlandahúsinum er ókeypis.