Hvussu ber tað til

   

at bløð og
útvarp og sjónvarp
eru fylt á tremur
við tíðindum
frásagnum
uttan at taka
til viðgerðar
verkfallið
tann stóra
spurning og
trupulleika
sum rakar okkum
øll
uttan undantak
og sum
øll tosa um
og sum
øll
líða undir

hvussu ber tað til
at nú knappliga
hoyrist ella sæst
eingin klíva í tvey
um hetta
álvarsmál
og hvussu
tað kann verða loyst
við skili og skynsemi

hvar eru tey farin
? øll tey sum javnan
plaga at breiða seg
í bløðum og út- og sjónvarpi
hvussu ber tað til
at eingin kemur
og ripar
nevan í borðið
og krevur
at nú má
skil fáast á

vit
sum annars plaga
at breggja okkum av
at vera eitt av teimum
best skipaðu vælferðardemokratium
í øllum heiminum

skuldu vit ikki verið
før fyri at basa
hesum skilaloysi

hvørjum líkist tað
at umboð
fyri partarnar
koma ikki saman
at samráðast
í dagar og vikur
meðan mjólk
í tíggjutals tonsum
verður stoytt
á sjógv
og meðan virði
fyri hundraðtals miljónir krónur
fara fyri skeytið ?

og tað sum skilir partarnar
eru nakrar fáar krónur
?
tá ið sovorðnir spurningar
verða bornir upp á mál
eru teir so ræðandi
at vit tora ikki at taka støðu sjálvi

men er tað ikki júst tað
vit mugu gera
í einum fólkastýrdum samfelag
tú og eg