Hvussu atkvøður Heðin?

Uppskotið um at broyta hjúnabandslógina er til 2. viðger, og sum skilst er framvegis ógreitt fyri samgongulimir, hvat Heðin Mortensen fer at atkvøða.

 

 

 

Í løgtinginum er ivi millum tingfólk um, hvørt uppskotið um at broyta hjúnabandslógina í dag sleppur víðari til 3. viðgerð ella um tað verður felt.

 

Áður hevur verið ført fram, at nakrir tinglimir í Javnaðarflokkinum eru í iva um, hvat teir fara at atkvøða. Og sum skilst á tinglimum í morgun, er framvegis óvist, hvat eitt nú Heðin Mortensen fer at atkvøða.

 

Seinastu tíðina hava Jónleif Johannesen, Kristin Michelsen og Heðin Mortensen ikki viljað boðað frá, hvussu teir fara at atkvøða.

 

Samstundis hevur ivi verið um, hvat Annika Olsen, nú aftur í Fólkaflokkinum, fer at atkvøða. Og Bárður Nielsen úr Sambandsflokkinum hevur boðað frá, at allur flokkurin fer at atkvøða ímóti, men Magni Laksafoss og Edmund Joensen hava áður sagt, at teir eru fyri at broyta hjúnabandslógina.

 

Tí eru framvegis nógv ivamál millum tinglimir, men sum skilst í morgun er størsta ivamáli nú, hvat Heðin Mortensen úr Javnaðarflokkinum fer at atkvøða, tí sum skilt stendur Sambandsflokkurin saman í hesum máli, meðan Javnaðarflokkurin er tann, sum er í tvíningum.