Samanlegging
Endamálið við samanleggingini millum Demich og Leivur Nattestad er at økja um vøruútboðið og at styrkja um tænastuna mótvegis viðskiftafólkunum.
P/F Demich hevur út við 50 ára royndir á sínum øki, og Sp/F Leivur Nattestad hevur meira enn 40 ára royndir innan HVS-økið.
Stórt samtak
Virksemið hjá Demich, sum hevur 46 fólk í starvi í handlum og á verkstøðum í Havn, Vági og Saltangará, fevnir um alt HVS-arbeiði – hita, ventilatión, sanitet umframt jarn og blikksmíð.
Demich hevur gjøgnum árini tikið sær av stórum verkætlanum til vinnulív og almennar byggingar, umframt at fyritøkan hevur tikið sær av smærri arbeiðum fyri privatfólk.
Sp/F Leivur Nattestad hevur havt handil og verkstað í Miðvági, og virksemið hjá felagnum hevur eisini fevnt um alt HVS-arbeiði – og ikki minst við serligum atliti til orkusparandi loysnir til síni viðskiftafólk.
Styrkir samtakið
Nú feløgini hava gjørt av at leggja saman, verður handilin hjá Sp/F Leivi Nattestad í Vágum latin aftur, tí samtakið frammanundan hevur stórar handlar í Havn og Saltangará, sum eisini kunnu nøkta tørvin í Vágum. Tænastan í Vágum verður hinvegin styrkt við, at samtakið Demich hevur munandi fleiri starvsfólk, sum eisini kunnu nøkta tørvin í Vágum.
- Samanleggingin fer at styrkja felagið soleiðis, at samtakið kann veita betri ráðgeving og betri heildarloysnir – eisini innan orkusparandi tiltøk og loysnir til viðskiftafólk um alt landið, siga teir tríggir, Torbjørn Hansen, sum er stjóri hjá Demich í Havn og í Vági, Jørgin Jacobsen, sum er stjóri í Saltangará og Atli Nattestad, sum hevur verið virkandi stjóri hjá Sp/F Leivur Nattestad í Vágum.
Holl servitan
- Demich hevur servitan innan orkasparandi loysnir við vanligum ketlum, og vit hava einaumboð uppá ein tann mest orkusparandi ketilin á danska marknaðinum. Vit hava eisini verkfrøðingar, handverkarar og sølufólk í starvi, sum øll hava drúgvar royndir á sínum øki.
Teir tríggir siga, at Sp/F Leivur Nattestad hevur servitan innan orkusparandi loysnir við hitapumpum og hevur einaumboð upp á Vølund/ Nibe, sum er ein tann størsti framleiðarin av hitapumpum í Evropu, samstundis sum felagið er størsti veitari á sínum øki á danska marknaðinum.
- Vølund/Nibe hitapumpur eru seinastu árini settar upp kring allar Føroyar, og royndirnar hjá Sp/F Leivi Nattestad vísa, at stórar sparingar kunnu fáast við røttu loysnunum.
Betri heildarloysnir
Teir tríggir siga, at við samanleggingini kann samtakið Demich nú veita eina uppaftur betri tænastu, eitt størri og meira fjøltáttað vøruútboð og uppaftur betri heildarloysnir til viðskiftafólk innan alt HVS-økið.
- Ikki minst er samtakið nú vorðið sterkari innan orkusparandi loysnir, bæði til vinnulív, tað almenna og privata húsarhaldið, siga teir tríggir, Tórbjørn Hansen, Jørgin Jacobsen og Atli Nattestad, sum nú er vorðin partur av tí stóra Demich-samtakinum.