VB verður ikki partur av bestu hondbóltsdeildini hjá kvinnum komandi kappingarár. Tað boðar Suðurrás frá, ið hevur fingið tíðindi váttað av formanninum í felagnum. Orsøkin er, at tað er trupult at manna lið.
- Vit kunnu bara staðfesta, at vit í løtuni bara hava 2 leikarar í árganginum frá 1982 til 2000, sigur Bogi Mortensen, og leggur afturat, at hetta uttan iva eru avleiðingarnar av teirri demografisku skeiklanini, sum hevur verið í Suðuroynni seinastu ártíggjuni. - Og vit síggja eisini, at árgangirnar í barna- og ungdómshondbóltin eru smáir, sigur formaðurin við Suðurrás.
Í samrøðuni við Suðurrás vísir formaðurin á, at tað eydnaðist at manna eitt lið í fjør, tí fleiri av eldru leikarunum tóku eitt tørn aftrat, umframt at næmingar á Ítróttaháskúlanum spældu við VB, men er støðan ein heilt onnur í ár, tí yngru leikararnir eru farnir av landinum at lesa, meðan tey eldru eru givin.
Í staðin fer VB nú at leggja seg eftir at menna ungdómsarbeiðið í felagnum og vónar formaðurin, at VB skjótt aftur verður at síggja í bestu deildini hjá kvinnum.