Hvonn Live aftur leygarkvøldið

Medina, Signar í Homrum og Jens Marni Hansen eru millum gestirnar

 

Medina skal leygarkvøldið framføra í Føroyum, men áðrenn hetta verður hon at síggja og hoyra á Ràs2. Hvonn Live er aftur á skránni millum 21 og 23 leygarkvøldið. Medina fer millum annað at greiða frá hvussu lívið sum poppstjørna í Danmark er og hvussu framtíðin sær út.

 

Ria og Súsanna Tórgarð vera eisini við í sendingini. Tær báðar fara at hugleiða um kvinnurørsluna nú og í 70'unum, tá ið tær báðar gingu í studentaskúla í Hoydølum.

 

Signar í Homrum og Jens Marni Hansen standa fyri tónleikinum hetta kvøldið, meðan Laila av Reyni og Justinus Eidesgaard greiða frá um at ferðast til heldur øðrvisi støð.

 

Tað eru Barbara Holm og Mirjam Pætursdóttir, ið eru vertir í Hvonn Live, leygarkvøldið millum 21 og 23 á Rás2.