Hvørvisjónin um ”breiða samgongu á vaglinum"

Nú eru trý ár liðin síðani Javnaðarflokkurin, ella kanska rættari sagt borgarstjóri teirra Heðin Mortensen tók fult ræði á høvuðsstaðnum. Fólkið hevði talað!

 

Vælumtókti sitandi borgarstjórin, vann ein so ruddiligan sigur á valinum, at hann nú einsamallir kundi ráða fyri borgum.

 

Borgarstjórin vísti at síggja til stórsinnið aftaná valið og bjóðaði øllum býráðslimum samstarv.

 

Hetta hevði við sær, at eingin andstøða var í býráðnum. Tapararnir á valinum fingu bjóða nakrar hissini sessir og valdu tey í neyðini at taka av. Hetta mettu tey helst vera betri, enn at sita úti í kuldanum í fýra ár.

Prísurin fyri hesar sessir var sjálvsagt treytaleysur loyalitetur mótvegis borgarstjóranum.

 

Tað kann eingin siga borgarstjóran ringan fyri at krevja.  Heldur má man rósa honum fyri hetta politiska valaverk. Við einum pennastroki fekk hann so at siga tipt andstøðuna og harvið allan kritik komandi valskeiðið.

 

Samstundis tipti borgarstjórin eisini møguleikan fyri innanhýsis andstøðu í egna flokki. Tí við breiðu samgonguni misti býráðslimir í javnaðarflokkinum møguleikan at gerast avgerandi atkvøðan á Vaglinum.

Seinasta aktuella dømi um hetta er helst tá borgarstjórin tók sætið á tingi, hetta uttan at nakar í samgonguni talaði at – eg fái meg ikki við mínum besta vilja at trúgva at eingin var ímóti hesum.

 

Annað dømi har har fólk í samgonguni, ikki hava havt dirvið at talað at er skansabryggjan. 

 

Málið um skansabryggjuni hevur deilt havnaborgarar í helvt. Vildi verið løgið um øll samgongufólk vóru samd um málið, sannleikin er helst heldur at tey ikki tora at siga sína meining !

Undirritaði talaði at, tá býráði var skipað uttan andstøðu. Á pappírinum sær tað gott út við einum samdum býráðið. Men tá dagligdagurin kemur, hevur eitthvørt býráð brúk fyri einari andstøðu.

 

Hetta er alneyðugt fyri, at tey ið sita við stýripinnin ikki sovna ella gera sær dælt av sínari makt.

Tað gekk eisini bert eitt avmarkað tíðarskeið, áðrenn boblan og hvørvisjónin um sokallaða ”breiðu samgonguna” á Vaglinum brast.

 

Marin Katrina Frýdal úr Tjóðveldi, dittaði sær at seta spurnartekin við gerðir hjá borgarstjóranum, og so var bara spurningur um tíð, til hon var sett útum dyrnar, tá avgerðir  skuldu takast.

 

Ikki tí - tað kundi fyri sovítt gera tað sama. Tí avgerðirnar vóru ikki tiknar á fundunum, tær vóru bara kunnaðar teimum, ið vóru í tapandi partinum á valinum.

Aftaná hetta var tað bert ein vegur fyri Tjóðveldi – tey vóru koyrd út á síðuspor og noyddust at taka seg úr samstarvinum. Einum samstarvi tey eftir mínum tykki ongantíð skuldu verið farin uppí !

Vónandi læra vit av hesum royndum. Á pappírinum ljóðar tað helst gott við einum samdum býráð, men í longdini ber hetta ikki til, og tað er líkamikið hvør persónur ella flokkur hevur meirilutan.


Vit hava altíð brúk fyri eini andstøðu, einari andstøðu ið torir at siga sína hugsan um øll politisk mál. Tað er ikki av tilvild, at ein slík skipan verður søgd at vera ein hornasteinur undir einhvørjari demokratiskari skipan. Hví skal Tórshavnar býráð vera eitt politiskt undantak – kunnu vit spyrja ?