Hvørki rúsdrekka-ella narkokoyring

Í nátt hevði løgreglan eitt átak móti rúsdrekka-og narkokoyring, men her var einki at finnast at.

Herfyri visti vaktleiðarin á løgreglustøðini at siga, at tíggju bilførarar higartil í ár eru skuldsettir fyri tað, tey rópa narkokoyring.

 

- Aftur í nátt høvdu vit eitt átak, har bilførarar vórðu steðgaðir og kannað varð, um alt var í lagi.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at løgreglan í hesum førinum hevði eyguni eftir rúsdrekka-og narkokoyring. 

 

- Men, her vísti alt seg at vera í lagi, og einki mál varð skrivað, verður lagt aftrat. 

 

Í nátt hevur løgreglan tikið nummarspjøldrini av sjey bilum í norðurøkinum, tí eitt nú tryggingarviðurskiftini ikki vóru í lagi.