Sum roknað varð við, so var eingin eldur at síggja á Kollafjørð Pelagic.
Vælmannað sløkkilið fór úr Havnini til Kollafjarðar um stutt eftir klokkan trý, tí sjálvvirkandi ávaringarskipanin á Kollafjørð Pelagic boðið frá, at eldur var onkustaðni á virkinum.
Hendan ávaringarskipan gevur automatiskt boð frá sær hjá Sløkkiliðnum í Havn. Sløkkiliðið fer altíð á staðið, hóast illgruni kann vera um, at talan er um tekniskt brek.









