Í áravís hevur samgongan arbeitt við nýskipan av fiskivinnulóggávuni. Løgmaður er í hesum viðfangi nú komin fram til fylgjandi:
"Havi roynt at kannað runt um í heiminum um tað finnast dømi um fiskivinnutjóðir sum selja síni fiskirættindi á uppboðssølu, havi ikki fingið fatur í nøkrum fordømi..."
Síðani spyr løgmaður:
"... um nakar her inni kennir til nakað fordømi, so hevði tað verði áhugavert at frætt."
Svar:
Jú, harra løgmaður, fleiri dømi finnast, t.d. Føroyar. Her hava vit í mong ár havt eina sera virknað uppboðssølu fyri veiðirættindi, hóast tú ikki hevur varnast hetta. Hon virkar nátt og dag, árið runt, beint framman fyri nøs tínari. Talan er tó um ein gráan marknað, fyri ikki at siga ein svartbørs, ið krevur munandi ábøtur.
Á føroyska marknaðinum kunnu allir partar luttaka. Eisini útlendingar og uttan avmarkingarnar, løgtingið hevur samtykt um útlendskan ræðisrætt. Øll kunnu finna líkinda marknaðarprís fyri veiðirættindini við keyp og sølu. ØLL uttan eigarin: Føroyski skattgjaldarin ... Føroya Fólk.
At tað almenna selur veiðirættindi á vælskipaðum marknaðarstaði, er ikki kollvelting í mun til verandi skipan.
Tvørturímóti!
Hetta er broyting við varsemi til tað betra, ið kann
a) økja rættartrygdina,
b) avmarka ójøvnu kappingina innan fiskivinnuna og
c) grovu kappingaravlagingina millum fiskivinnuna og aðrar vinnur
Hendan broytingin vil eisini hava við sær, at korrupt politisk útluting av veiðirættindum verður skift um við útluting eftir liberalum leisti. Bæði Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin siga seg vera liberalar flokkar. Áttu teir tískil ikki at tikið undir við slíkari nýskipan?
Jonhard Eliasen,
búskaparfrøðingur